![Mynd. Phd-skeið á Námsvísindadeildini.jpg](https://setur.cdn.fo/savn/8572/mynd-phd-skeið-á-námsvísindadeildini.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=4CBVVKyE8lB-9vXSIHHuoi4s6jU)
Læruríkt ph.d.-skeið á Námsvísindadeildini
23. - 25. mai var Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum karmur um eitt væleydnað ph.d.-skeið fyri núverandi og komandi granskarum við heitinum: “Hugsa tína PhD verkætlan ígjøgnum: Arbeið við støðuligari analysu (SA) í verki”.
Á skeiðnum varð arbeitt við at geva luttakarunum amboð til í verki at hugsa sína ph.d.-verkætlan ígjøgnum við støðuligari analysu (SA). Endamálið var at arbeiða ítøkiliga við granskingarverkætlanum í bólkum, at stuðla við fyrilestrum um ástøðir og ítøkilig dømi um háttaløg, og at geva luttakarunum amboð til at hugsa sína verkætlan ígjøgnum, og at finna leiðir til at arbeiða háttalagsliga við empiriskum tilfari.
Námsvísindadeildin á Fróðskaparsetrinum skipaði fyri skeiðnum í samstarvi við granskarar frá Aalborg Universiteti og Syddansk Universiteti.
Undirvísararnir á skeiðnum vóru Stine W. Adrian, ph.d. og adjungeraður professari á Aalborg Universiteti, og Dorthe Brogaard Kristensen, ph.d. og adjungeraður professari á Syddansk Universiteti.
Við á skeiðnum vóru í alt 16 føroyskir og útlendskir luttakarar.
- 04.02.2025 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinMannarættindi: Frá teksti til læruGreining av ítøkiligum rættarmálum er merkt av lítlari áh...
- 30.01.2025 Setrið FøroyamálsdeildinAlment tiltak: Gávugóðs til ungt listafólkNú verður aftur árliga handanin av gávugóðsi úr Grunni Th...
- 27.01.2025Felagsskapurin EUNICoast farin til verkaRektararnir í nýggja europeiska universitetsfelagsskapinu...