Lág uppsparing er størsta búskaparliga avbjóðingin
Tað er ivasamt um samgongan nær at fáa hallið burtur í 2016. Harumframt eru ábendingar um, at tað ikki er fíggjarligt haldføri mótvegis teimum demografisku framskrivingunum, sum vísa, at talið av eldri fólki verður tvífaldað um einans 20-30 ár.
Búskaparráðið hevur í síni frágreiðing lagt áherðslu á hesi evni:
- Málsetingin hjá samgonguni at fáa hallið burtur í 2016
- Ábendingar eru um at føroyski búskapurin í longdini ikki er fíggjarliga haldførur
- Miðallønirnar í føstum prísum eru stagneraðar síðan 2003
- Arbeiðsvirknið er á sama støði sum 2002
Eitt átroðkandi mál er, at landskassin hevur havt rakstrarhall síðan 2008, og skuldarbyrðan hjá landskassanum er tí vaksin. Seinastu roknskapirnir benda á, at ætlanirnar hjá landsstýrinum at minka hallið ikki bera á mál. Hallið hjá landskassanum fyri 2012 gjørdist 335 mió. kr., og hallið vaks tí sammett við 2011, tá hallið var 322 mió. kr. Krøvini til at fáa fíggjarliga javnvág upp á styttri sikt, kundu møguliga verið rokkin við tilfeingisgjaldi, størri avgjaldi á aliloyvum, og við at strika skattaasymmetriir og frádráttir og stuðulsskipanir, ið gera mun á vinnugreinum og borgarum í landinum.
Búskaparpolitikkur er bert haldførur, tá framtíðar inntøkur kunnu fíggja framtíðar útreiðslur, og fult tamarhald tískil fæst á skuld og nettoogn hins almenna. Nógv bendir á, at hetta ikki er galdandi í løtuni. Uppsparing føroyinga til eftirløn er ógvuliga lág, og hetta er ein trupulleiki, sum man ikki hevur tikið í nóg stórum álvara. Lága eftirlønaruppsparingin liggur sum ein óloyst uppgáva undir einum framtíðar føroyskum búskapi. Uppsparingin átti at verið umleið fýra ferðir størri, um vit samanbera við Danmark og Ísland. Í tølum svarar hetta til, at føroyska eftirlønaruppsparingin skuldi verið 29 mia. krónur, men er bert 7,7 mia. krónur.
Tað er tí av alstórum týdningi, at politisk tiltøk verða sett í verk, sum bøta um hendan trupulleikan, sjálvt um tað ikki finnast lættar loysnir. Við nýggju skipanini fyri eftirlønaruppsparing verður tíðarskeiðið ov stutt til at spara munandi upphæddir, áðrenn demografisku broytingarnar av álvara fara at gera seg galdandi. Tí kann ein slík skipan ikki standa einamøll. Tess seinni byrjað verður við tillagingum fyri at skapa fíggjarligt haldføri, tess tyngri og viðgongdari kann endaliga upptakið gerast. Bert miðvísur politikkur, sum setir út í kortið yvir eitt longri áramál, kann rætta hesar veikleikar í føroyska nútíðarsamfelagnum.
Prís-deflateraða miðallønin í Føroyum sum heild hevur verið stagnerandi seinastu mongu árini. Stagnatión í prís-deflateraðu miðallønini yvir eitt longri tíðarskeið bendir á eitt lágt búskaparligt virksemi. Gongdin í løntakara-talinum sýnir at talið av løntakarum í 2013 er á sama støði sum í 2002. Í hesum tíðarskeiði hevur løntakaratalið verið áleið 10% hægri enn í 2013.
Búskaparfrágreiðingin er at finna á www.buskap.fo og her á heimasíðuni, sí leinkið: Búskaparfrágreiðing, heystið 2013
Um nakar ynskir at fáa viðmerkingar til heystfrágreiðingina, kann viðkomandi venda sær til Sverra Hansen, formann, á tlf. 284132.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...