Landsins ungu kannaðu lestrarvegir
Í dag var árliga tiltakið Markleys útbúgving á tímatalvuni hjá landsins elstu miðnámsskúlanæmingum, sum skulu velja sær vegin fram
Hvørt heyst fáa fráfaringarflokkarnir í miðnámsskúlunum boð um at møta til stórt upplýsingarátak í Norðurlandahúsinum, sum eitur Markleys útbúgving ella bara MÚ.
Tað er Vegleiðarastovan, sum samstarvar við m.a. MFS og Ráð teirra Lesandi á Setrinum um at geva miðnámsskúlanæmingunum eitt haldgott grundarlag at velja sína víðari útbúgving, og mong eru um oðið at fáa okkara ungu til sín. Eisini Fróðskaparsetur Føroya.
Utbúgvingarleiðarar og Lestrarskrivstova høvdu fleiri framløgur fyri lesandi um mongu útbúgvingartilboðini á Setrinum, og so var eisini ein básur í forhøllini í Norðurlandahúsinum, har tey ungu kundu fáa góð ráð og vegleiðing
Jenis av Rana, landsstýrismaður í útbúgvingarmálum, var sjálvandi eisini á staðnum, nú so mangir miðnámsskúlanæmingar vóru savnaðir fyri at hoyra um útbúgvingarmøguleikar
Meginfelagið hjá føroyskum studentum, MFS, var eisini á staðnum. Elberg Elias Klettheyggj, Birita Matras Petersen og Brandur Arnoarson sita øll í ráðnum hjá MFS, og eitt annað, ið tey hava til felags er, at øll valdu Fróðskaparsetur Føroya, tá tey skuldu lesa víðari. - Eg elski at vera í Føroyum, so tað er genialt at kunna lesa her og vera í nærumhvørvinum, sigur Brandur, sum lesur KT-verkfrøði á síðsta ári á Náttúruvísindadeildini. Elberg, sum á triðja ári lesur búskaparfrøði á Søgu- og samfelagsdeildini, er samdur. - Sjálvandi vil eg viðmæla øðrum Setrið sum hægri lærustovn, tí læruúrtøkan hevur eisini rót í føroyska samfelagnum, sigur hann. Birita, sum lesur søgu á triðja ári, sigur, at hon eisini er sera glað fyri at taka sína hægri útbúgving á Setrinum. - Ja, sjálvandi er føroyska sjónarhornið viðkomandi fyri lesnaðin, og tað fært tú onga aðrastaðni í heiminum. Eisini er sera tætt samskifti við undirvísararnar her á Setrinum, og tað eri eg glað fyri, sigur hon
Frukt, tvíflísar og vatn var eisini at fáa, tí dagurin var langur - frá tíðliga á morgni til út á seinnapartin
Starvsfólk á Setrinum minglaðu eisini millum tey ungu og greiddu frá lestrarmøguleikunum á Føroya einasta universiteti. Her er tað Jónrit Halling, útbúgvingarleiðari, sum í hvítum kittli dyrgir við spennandi lívfrøði, sum er hennara fakøki
Og undir reyðgulum hjálmi og í vesti agiteraði Eyðbjørg Amanda Petersen, verkfrøðingur, sjálvandi fyri verkfrøðini, sum er útbúgving á Náttúruvísindadeildini
Hvussu er lestrarlívið her í Føroyum? Tað fingu tey ungu eisini at vita í dag, tá Lestrarskrivstovan saman við lesandi hevði eina av framløgunum
Nógvar føroyskar og útlendskar útbúgvingarframløgur vóru á tímatalvuni hjá miðnámsskúlanæmingunum í dag
Nýggjastu tølini vísa, at fleiri ung velja at lesa á Fróðskaparsetrinum enn í Danmark, og vónirnar eru, at hendan gongdin heldur fram
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...