Landsstýrismaðurin skoðar umvælingina á Frælsinum
Mánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, á Fróðskaparsetri Føroya, har hann kunnaði seg um, hvussu gongst við umvælingini av gomlu skúlabygningunum á Frælsinum
Eisini heilsaði landsstýrismaðurin upp á Selmar Nielsen, arkitekt, og hansara fólk, sum hava vunnið arbeiðið at gera heildarætlan fyri høvuðsumvælingina av øllum bygninginum og økinum kring hann.
Verkætlanin á gamla Frælsinum verður gjørd stig fyri stig. Ein lon fyri og onnur eftir verður umvæld, og góðar royndir frá viðlíkahaldsarbeiðinum verða savnaðar saman sohvørt og tiknar við í framhaldandi arbeiðið. Landsstýrismaðurin skoðaði støðuna í lon 5, sum er tann lonin, ið vendir móti gamla parkeringsplássinum á Frælsinum og varð kunnaður um, at lonin verður liðug og klár til at taka í nýtslu á sumri 2025.
15. oktober kunngjørdi Landsverk, at arkitektafelagið SNA hevði besta uppskotið av fimm um at gera heildarætlan fyri høvuðsumvælingina av gamla skúlabygninginum, sum fevnir um sjey lonir og økini ímillum tær. SNA hevur nógvar royndir, m.a. av lestrarheiminum Finsen, sum var gamli Kommunuskúlin, og í samrøðu við útvarpið 17. oktober greiddi Selmar Nielsen, stjóri í SNA, frá uppskotinum um at bøta og varðveita týðandi partar av gamla skúlabygninginum á Frælsinum eins og gjørt var við gamla Kommunuskúlan.
Á Frælsinum í gjár fekk Djóni Nolsøe Joensen, landsstýrismaður, síðani kunning frá SNA um, hvussu tey hava lagt arbeiðið til rættis at gera heildarætlanina fyri umvælingina av bygninginum og útiøkini.
Tey eru longu farin undir at hoyra brúkarabólkar um teir tørvir, ið eru, og alt skal síðani samskipast líka frá tørvunum hjá vaskifólki til lesandi og granskarar. Umframt at bygningurin í so stóran mun sum møguligt skal vera burðardyggur, so skal hann eisini vera atkomiligur hjá fólki við rørslutarni. Somuleiðis verða lonirnar í nógv størri mun enn nú bundnar saman hvør við aðra, og felagsøki og uttanduraøki skulu stimbra trivnað og kreativitet.
Umráðandi er eisini, at umvældi bygningurin fer at standa væl saman við nýggja felagsbygninginum, sum í løtuni verður projekteraður av Henning Larsen North Atlantic. Nýggi felagsbygningurin er kjarnin í at savna alt virksemið hjá Fróðskaparsetri Føroya í ein samanhangandi lestrar- og granskingarbýling, har gamli skúlabygningurin á Frælsinum verður týðandi partur.
Nú skal ein samlað ætlan gerast fyri, hvussu bygningarnir á Frælsinum fara at verða brúktir av Fróðskaparsetri Føroya. Tá tað er gjørt, verður hildið fram við umvælingunum og tillagingunum av bygningunum til framtíðarnýtsluna hjá universitetinum.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...