Skriva út

Landsverk skipar fyri hugskotskapping

Tey, sum vilja nýta sínar ástøðiligu førleikar í verki, fáa komandi hálva árið eitt frálíkt høvi til at royna seg.


Landsverk fer at skipa fyri einari kapping, har lesandi, nýútbúgvin og onnur við góðum hugskotum til eitt ella fleiri av virkisøkjunum hjá stovninum, fáa møguleika fyri at koma við uppskotum til, hvussu ítøkiligar avbjóðingar kunnu loysast.

Málbólkur

Málbólkurin, sum kappingin vendir sær til, eru bæði nýggj lesandi og fólk við bachelor, kandidat ella phd-útbúgving. Nærliggjandi útbúgvingarøki eru innan verkfrøði, byggifrøði, arkitektur, búskaparfrøði, leiðslu, HR, samskifti ella kt. Ein slík kapping er uppløgd at taka støði í fyri tey, sum skulu í gongd við serritgerð ella onkra aðra verkætlan.

Tað ber til at tekna seg til kappingina bæði sum einstaklingur og sum bólkur.

Freistir og treytir
Ynskir tú at luttaka í kappingini, skalt tú í seinasta lagi 1. februar 2013 lata inn uppskot til evni. Uppskotið má í mesta lagi fylla tvær A-4 síður. Ein síða svarar til 2400 tekin við millumrúmum. Ein dómsnevnd viðger síðani innkomnu uppskotini og verða upp til 15 uppskot góðkend. Øll, ið senda uppskot inn, hoyra frá okkum eftir 20. februar.

Uppskotini skulu sendast til lv(at)lv.fo

Vinningur
Vinnararnir av kappingini fáa virðislønir. Í sambandi við framløguna rindar Landsverk ferð til Føroya fyri nummar 1, 2 og 3. Er talan um bólkar, rindar Landsverk í mesta lagi heimferð fyri tveir av luttakarunum í bólkinum.

Meira kunning
Meira kunning um kappingina fæst á heimasíðuni hjá Landsverki, sí her. Til ber eisini at seta seg í samband við samskiparar av kappingini, ið eru Heini Eysturoy á tlf. 290 881, Mikael Viderø á tlf. 290 851 ella Una Djurhuus Christiansen á tlf. 290 814.

Framløga frá jobmatch við kunning um hugskotskappingina kann takast niður her: Jobmatch 2012.ppt(2,45 MB)