Knud Simonsen
02.05.2002
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Langlívaðir meldrar hava týdning fyri 'andadráttin' hjá djúphavinum

Fesk granskingarúrslit úr Grønlandshavinum kasta nýtt ljós á upprunan til kalda sjógvin, sum rennur út gjøgnum Bankarennuna. Úrslitini vórðu kunngjørd í vísindatíðindaritinum Nature tann 4. apríl, 2002. Lektari á Fróðskaparsetrinum er ein av rithøvundunum.


Í Norðurhøvum søkkur sjógvur frá vatnskorpuni til stór dýpir og er Grønlandshavið eitt av týdningarmiklastu økini fyri sonevndari djúpvatnsgerð. So hvørt djúpari parturin av Norðurhøvum fyllist, so streymar hesin kaldi og ilt-ríki sjógvurin gjøgnum Grønlandssundi og gjøgnum Føroya Banka rennuna vestan fyri Føroyar suður í Atlantshavið og víðari til hini heimshøvini. Ístaðin fyri sjógvin, sum fer suðureftur í dýpinum, verður heitur sjógvur soðin norðureftur framvið okkara leiðum, og hevur hetta rákið avgerðandi týdning fyri veðurlagi og livilíkindini á okkara leiðum. Ein kann siga at ein av motorunum, sum hava ábyrgdina fyri lutfalsliga lýggja veðurlagi her hjá okkum, er djúpvatnsgerðin í Grønlandshavinum.

Síðani fyrst í farnu øld hava fleiri granskingarætlanir verði framdar fyri at staðfesta, hvussu djúpvantsgerðin fer fram. Serliga navnframi norski havfrøðingurin Fritjof Nansen legði lunnar undir hesa gransking fyrst í 1900 árunum. Úrslitini í greinini í Nature eru grundaði á mátingum frá havrannsóknarskipum, drívboyum, sum hava fylgt við rákinum á ymsum dýpum, og spjaðing av sporevni, sum varð slept á 300 m dýpi mitt í Grønlandshavinum á heysti 1996. Hetta virksemi var partur granskingarverkætlan har 22 stovnar frá 8 londum luttóku og sum varð partvíst fíggjað av EU frá 1996 til 1999. Ein av rithøvundunum er Knud Simonsen, lektari á Náttúruvísindadeildini, sum tá starvaðist á Nansen Sentrinum í Bergen. Hinir rithøvundarnir eru Jean-Claude Garcard frá Université Pierre et Marie Curie í Paris í Fraklandi, Andrew J. Watson og Marie-José Messias frá University of East Anglia í Norwich í Onglandi, Anders Olsson frá Universitetinum í Gøteborg í Svøríki og Truls Johannessen frá Universitetinum í Bergen í Noregi.

Í greinini verður greitt frá meldrum, sum koma av at feskur og kaldur sjógvur frá Pólhavinum, sum liggur omaná heitari og saltari sjógv frá Atlantshavinum verða blandaði saman. Meldrarnir hava ein diametur uppá um 5 km, kunnu røkka til meira enn 2 km dýpi og hava eina livitíð upp til eitt ár uttan at teir verða blandaði við sjógvin kring teir. Teir mala við klokkuni við einari umfarstíð uppá nakrar fáar dagar, og ferðast við høvuðsrákinum fram við rondina av Grønlandshavinum.

Tá meldrarnir ´doyggja´ verður sjógvurin í teimum, sum hevur sín uppruna nær við vatnskorpuna blandaður við sjógvin kring meldurin og kann tað verða á dýpum niður til meira enn 2 km. Av 16 drívboyum vórðu í øllum førum 8 teirra fangaðir í slíkum meldrum, og sjógvurin í hesum 8 meldrunum svarar til um 10-20 % av tí sjógvi, sum sakk frá vatnskorpuna í Grønlandshavinum veturin 1996-97. Helst eru væl fleiri meldrar og tí meta rithøvundarnir, at hetta slagi av meldrum, sum teir hava ávíst, hevur ein týðandi leiklut í djúpvatnsgerðina í Grønlandshavinum, og helst eisini aðrastaðni har sjógvur søkkur frá vatnskorpuni til størri dýpir kring um í verðinshøvunum.