Jóan Pauli Joensen, rektari á Fróðskaparsetri Føroya
27.04.2009
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Latið ei søguna doyggja!

Í sambandi við fíggjarjáttanina fyri árið 2009 kom mestsum allur niðurskurðurin á fíggjarlógini á Fróðskaparsetrinum at verða lagdur á Søgu- og Samfelagsdeildina.


Einasta orsøk til tað er, tí at tað í teirri akuttu støðuni vísti seg at verða tann minst katastrofala loysnin, tí har vóru fleiri enn ósett størv, har bíðast kundi við at seta fólk, og bíðast kundi við at taka upp nýggj lesandi.

Tað, sum gjørdi, at henda avgerð mátti takast, var, at tað var ein vanlig fatan ikki bert í leiðslu Setursins, men eisini millum politikarar, at fíggjarnevndin í hesum føri hevði tikið eina avgerð úr upplýsingum í leiðslukunningarskipan landsins, sum ikki samsvaraðu við faktisku gongdina á Setrinum. Tað, sum sagt varð frá, var, at tað ongantíð var ætlanin hjá fíggjarnevndini at skerja nakað virksemi, men at tálma nýggjum vøkstri í 2009.

Tá tað um Fróðskaparsetrið ráddi, var veruleikin tann, at alt sáðið var sáað longu í fíggjarárinum 2008, men tað kom ikki at geva ávøkstur fyrr enn um ársskiftið 2008/09. Tá var ov seint at tálma nøkrum, uttan at tað fekk ógvuliga stórar fylgir. Tosar tú við teir einstøku politikararnar, so vóru teir ikki greiðir yvir, at hetta fór at verða skilið.

Hin vegin vísti tað politiska veðurlagið upp undir fíggjarlógarsamtyktina seg at vera av slíkum slag, at tað vildi volda stevinum í samgonguni stórar trupulleikar, um fíggjarnevndarsamtyktin kom at verða broytt. Tí var einki annað at gera enn at halda fast um fíggjarlógarsamtyktina og harmast tað, sum hent var.

Einasta gongda leiðin burtur úr hesum kyksendi tykist tí at hava verið, at landstýriskvinnan í mentamálum sjálv mátti royna at finna eina upphædd á øðrum øki í sínum egna ráði, sum kann bøta um tað ringasta, so tað ikki kom at verða neyðugt at fara undir hópuppsagnir. Eitt slíkt uppskot er borið niðan í tingið, men tað er ikki nóg mikið.

Hóast tað er við sera ringum tannabiti, so er veruleikin hóast hetta tann, at um ikki okkurt heilt nýtt hendir, so mugu vit liva við einari skerdari Søgu- og Samfelagsdeild árið 2009, og ongar nýggjar studentar taka upp heystið 2009. Stýri setursins tordi ikki annað, tí fíggjarliga støða Setursins var so óviss.

Søgu- og Samfelagsdeildin hevur alla grund til at stúra fyri hesi avgerð, serliga um tað skuldi hent, at henda støða kemur at standa við fíggjarárið 2010. Her er Setrið tí farið at sigla úti í veruligum vandasjógvi, og mugu vit tí vera á varðhaldi longu nú og gera alt fyri, at deildin fótar sær aftur í 2010, soleiðis at tey leysu størvini koma at verða sett, so at farast kann undir aftur bæði undirvísing og gransking út frá einum nýggjum dagførdum málsetningi, sum samsvarar við samfelagstørvin og profilin hjá teimum nýggju fólkunum.

Søgu- og Samfelagsdeildin hevur gjørt eitt ómetaliga stórt arbeiði, bæði tá tað kemur til undirvísing og gransking fram til dagin í dag, sum áður er greitt frá. Nú ungdómsarbeiðsloysi kann koma at verða ein veruleiki, gera øll hini norðurlondini undirvísingarstovnarnar til reiðar til at taka ímóti fleiri lesandi, sum kunnu brúka tíðina til at fáa sær útbúgving og ikki spilla hana burtur í arbeiðsloysi.

Eitt er, at hetta ikki bar til í 2009, men tørvurin verður ikki minni í 2010, tá, um politiskur vilji er til tað, farast kann undir nýggjar bachelor- og mastarútbúgvingar á Søgu- og Samfelagsdeildini í samstarvi við onnur universitet uttan fyri Føroyar. Stig eru longu nú tikin fyri at kunna okkum um royndirnar við fjarundirvísing á Universitetinum í Akureyri, og vónandi kunnu tey fyrstu fetini við slíkari tøkni longu takast við lestrarársbyrjan 2010.

Uttan mun til politiskan lit so kenna allir føroyingar seg at hava egnan samleika, sum er bundin at okkara jørðildi, okkara søgu, okkara mentan, siðalagi og okkara samfelag. Eitt er, at vit hava eitt Fornminnissavn og eitt Landsskjalasavn, sum varða um okkara samleika, men tað er so avgerandi neyðugt eisini at hava dagførda gransking og undirvísing á universitetsstigi í teimum samleikabyggjandi lærugreinunum. Soleiðis er tað í øllum londum.

Ikki fyri at reypa, men tað er hend ein øgilig menning á hesum øki tey seinastu árini. Taka vit her uppí ta fólksligu og journalistisku søguskrivingina, ber ikki til at siga annað enn, at tað grør væl og virðiliga um gangandi fót í hesum landi. Henda seinna søguskrivingin ella fólkagranskingarliga søguskrivingin eigur eisini at verða tikin upp og viðgjørd í einum vísindaligum høpi.

Tað er sjálvandi freistandi at gera sum strutsurin, stinga høvur í sand, nú fíggjarkreppa er, og so kubba alt av nú, sum ikki ber ávøkstur beinanvegin, tað er sum at eta seteplini, áðrenn tey koma í jørðina. Støddin á einum landi er ikki bert tað landafrøðiliga vavið, men støddin á einum landi røkkur eisini aftur í tíðina sum landsins søga, og støddin fær eisini kropp og veldi í tí mentan, sum kann fáast og berast fram í ljósi í okkara dagliga lívi. Tað er eisini neyðugt at kenna okkara samfelag fyri at kunna taka politiskar avgerðir. Tí er tað avgerandi neyðugt fyri okkum sum land og tjóð, at vit ikki lata søguna doyggja ella sleppa gransking í søgu, samfelag og mentan okkara. Nýggj og køn fólk eru sett við. Fólk við góðum førleika at taka sær av hesum granskingarøki. Fólk, sum eru klár at bretta upp um armar og undirvísa.

Tað vildi verið ein óbótagerð at latið staðið til. At føra politikk er at vilja og tora, at vilja tað, sum ber eina framtíð í sær, og sum ger, at okkara land veksur bæði í søguni, nútíðini og framtíðini. Okkara størsta tilfeingi eru tey ungu, sum vit mugu geva bestu møguleikarnar.

Vit hava konkretar møguleikar at geva fleiri ungum fólkum bachelorútbúgvingar í náttúruvísindum, føroyskum og í søguligum og samfelagsligum vísindum, og masterútbúgvingarnar eru heldur ikki sleptar. Fleiri liggja framvið og spyrja hvønn dag. Hetta fer ikki við teimum stóru pengunum.

Eitt hjartasuff at enda. Hvussu skulu okkara ungfólk tora at hava álit á einasta hægra undirvísingarstovni í landinum, tá politiska skipanin fyrst rósar tí nýggja Fróðskaparsetrinum til skýggja og so gloymir allan retorikkin og missir áhuga fyri hesum stovni fyri at skinkla og liða hann sundur og nærum fremja karaktermorð móti honum. Hetta er tann reina tristess, grøtuligt og grátuligt. Ikki tí, tosar tú við tann einstaka politikaran, so er hann bæði skilagóður og fatandi.

Samanbera vit við Island, so heldur meira enn 90% av íslendska fólkinum Háskóla Íslands vera tann stovn, sum tey hava størst álit á í øllum landinum.

Gævi tað var so her hjá okkum, at vit høvdu rygg til at fegnast um okkara egna. Vit, sum í okkara akademiska samstarvi við onnur universitet og universitetsfólk, kenna, at Setrið er høgt í metum, og at tey virða okkara arbeiði. Vit hava eitt gott universitet, sum nú tá Læraraskúlin og Sjúkrarøktarfrøðskúlin er komin undir sama hatt, kann koma at verða uppaftur betri og fáa ein størri og breiðari týdning í samfelag okkara og í altjóða samstarvi.

Gevið Fróskaparsetrinum ein møguleika. Haldið fram at verða glað yvir ta nýggju seturslógina, sum tá hon varð løgd fram. Raðfestið okkara universitet og gevið hesum stovni stundir til at taka seg fram og mennast. Gevið ungdóminum ein møguleika at líta á Fróðskaparsetrið og ikki taka teppið undan stovninum og skapa fíggjarligan ótryggleika um Setrið, so at tey ungu vita, um Setrið er vert at satsa uppá ella ikki. Tey vilja fegin. Álit skapar meira álit. Misálit skapar hinvegin meira misálit, spyr bert bankafólkini um tað.