Lau Blaxekjær i Beijing
22.06.2015
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lau Blaxekjær i Beijing

Lau Blaxekjær var í døgunum 1.-11. juni í Beijing í Kina, som eksternur undervísari á tí viðurkenda universitetinum "Sino-Danish Center for Education and Research"


Talan er um eitt einastandandi universitetssamstarv millum donsk universitet og altjóða Chinese Academy of Sciences. Lau undirvísti donskum og kinesiskum kandidatlesandi í tilgongdini, sum Kina hevur til altjóða veðurlagspolitikk.

Kina ger brúk av fleiri strategium. Í ST veðurlagssamráðingum er Kina meira afturhildið, hetta tí at tey eru bangin fyri, at tey við eini nýggjari altjóða avtalu verða tvingað til at føra ein veðurlagspolitikk, har Kina missur sítt sjálvræði.

Kina samstarvar tó við eitt nú Danmark og onnur lond og vinnur í ymiskum heimsumfatandi netverkum innan "grønan vøkstur". Hesi samstørv eru lættari hjá Kina at hava eftirlit við og fáa fyrimunir av í mun til menning av kinverskari grønari tøkni. Harafturat luttekur Kina í tvíliðaðum (bilateralum) avtalum við eitt nú USA um ein meira framsøknan veðurlagspolitikk.

Les meira um universitetið í Kina her