Lau við í nýggjari bókaútgávu
Lau Blaxekjær hevur skrivað ein kapittul og givið sítt íkast til ein annan kapittul í nýggjari kjakbók um veðurlagskreppuna "Klimakrisen kradser", sum júst er útkomin á forlagnum Rosenkilde og Bahnhof.
Bókin viðger tær umfatandi avleiðingarnar, sum standast av alheims upphitingini, sum støðugt gerst týðiligari. Runt um í heiminum er fatanin av veðurlagspolitikki ógvuliga ymisk, og sama ger seg galdandi, tá komið verður inn á, hvussu farast skal til verka fyri at loysa hendan trupuleika. Tí er tað heldur ikki nógv, sum talar fyri, at COP21 í París verður staðið, har loysnir á heimsins veðurlagstrupuleikum verða funnar.
Í bókini hyggur ein bólkur av undangongufólki innan veðurlagsgreining nærri at verðurlagstrupuleikunum, sæð út frá ymsum alheims framtíðarútlitum á hesum øki. Komið verður við boðum um, hvat skal til fyri at sleppa undan, at veðurlagstrupuleikarnir gerast til rættuligar veðurlagsvanlukkur.
Lau hevur skrivað kapittulin um Asia, umframt at hann hevur givið sítt íkast til kapittulin um søguna og skipanina av veðurlagssamráðingunum hjá ST.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...