MYND.JPG
01.05.2019
Setrið Námsvísindadeildin
Skriva út

Leiðaraútbúgving til námsfrøðiliga økið

Masterskeið í leiðslu á dagstovna-, serstovna-, frítíðarskúla- og skúlaøkinum

Á heysti 2020 skipar Fróðskaparsetrið fyri skeiðum á masterstigi fyri leiðarar á námsfrøðiliga økinum.

Í fyrsta umfari verða boðin út tvey skeið, á tilsamans 30 ECTS. Hesi bæði skeiðini verða lisin í lestrarárinum 2020/21.

Fortreytir fyri upptøku er ein B.Ed.-útbúgving, t.v.s. prógv antin sum lærari ella námsfrøðingur eftir nýggju skipanini. Tey, sum hava gomlu námsfrøðinga- ella læraraútbúgvingina ella ein professiónsbachelor, kunnu taka ískoytisútbúgvingina til B.Ed., sum verður lestrarárið 2019/20. Sostatt kunnu tey, sum hava gomlu námsfrøðinga- ella læraraútbúgvingina ella ein professiónsbachelor, komandi árið uppstiga seg til B.Ed., og síðani taka leiðsluskeið á masterstigi lestarárið 2020/21.

Í ískoytisútbúgvingini er ætlanin, at tey lesandi skulu arbeiða við akademiskum háttaløgum við støði í teirra faki. Hetta merkir, at tey, sum í sínum dagliga yrki arbeiða, ella vilja arbeiða, við leiðslu, eisini hava høvi at menna leiðsluførleikarnar undir ískoytisútbúgvingini.

Nærri kunning um lestrarleistin fæst her