Leita eftir spor-steinrenningum frá ístíðini og kanna Hg-innihaldið í føroyskum gróti
Fróðskaparsetur Føroya hevur í hesum døgum spennandi vitjan úr Kekkia. Talan er um tveir jarðfrøðingar og ein jarðfrøðilesandi frá J. E. Purkyně Universitetinum.
Vitjanin er liður í kanningararbeiði í samband við tríggjar sera ymiskar jarðfrøðiligar verkætlanirnar, sum allar hava til endamáls at kanna føroysku jarðfrøðina og seta hana inn í ein økisligan samanhang. Niðanfyri er stutt lýsing av verkætlanunum.
Spor-steinrenningar frá ístíðini
Richard Pokorny (University of J. E. Purkyne in Usti nad Labem City) er serfrøðingur í plantu-steinrenningum (paleontolog), men í hesum samanhangi er tað tó sokallaðar spor-steinrenningar (en. trace fossil) sum verða kannaðar. So at siga allar livandi verur seta merki ella spor eftir sær í tí umhvørvi tær liva í. Hetta kann vera holur, gongir ella slóðir o.s.fr. Læran um hesi spor ella farvegir kallast ichnology og gevur upplýsingar bæði um livandi verurnar, umhvørvið, klima og mangt annað. Í hesi verkætlan verður leita eftir spor-steinrenningum í legugróti (sandi og leiri) frá ístíðum. Hetta eru fyrstu kanningarnar av sínum slagi gjørdar í Føroyum.
Hg-innihald í føroyska basaltinum
Lukas Krmicek (Academy of Sciences of the Czech Republic) stendur fyri kanning, har hugt verður eftir innihaldi av grundevninum Hg (kviksilvur) í føroyska basaltinum. Jarðevnafrøðiligar kanningar hava áður staðfest, at ávísar fláir í føroysku fláarøðini hava nakað meira av eitt nú SiO2. Hetta verður oftast tulkað sum, at tá ið magma er ávegis yvirflatuni á jørðini, kann tað "dálkast" av tí gróti tað ferðast upp ígjøgnum. Grundevnið, Hg, verður hesum samanhangi mett at kunna geva eina lýsing av tí gróti, sum liggur undir tjúkka, føroyska basaltháslættanum. Hetta er somuleiðis fyrsta kanning við hesum endamáli, gjørd í Føroyum.
Kolagrevstur í Føroyum, søga, nám og legugrýtisfrøði
Simona Kubouskova (University of J. E. Purkyne in Usti nad Labem City) er lesandi, og arbeiðir við einari verkætlan, har ið hon hyggur bæði søgufrøðiliga og jarðfrøðiliga at kolagrevstri í Føroyum.
Kanningararbeiðið í samband við vitjanina hjá teimum trimum verður frá 11. til 31. august.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...