Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab (2).jpg
Instituttið, sum her sæst úr Njalsgade, liggur í syðra parti av kampus í bygningi 22 og 27 (Foto: ku.dk)
Brynhild Thomsen
04.12.2020
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Lektarastarv í føroyskum á KU

Endamálið við lektarastarvinum er at kanna nýggjar altjóða samanhangir, sum Føroyar verða sæddar í

Lektarastarv í føroyskum er lýst leyst á universitetinum í Keypmannahavn.
Við starvinum fylgir játtan til eina ph.d-verkætlan. Ph.d.-vegleiðing og undirvísing er tí partur av starvinum.

Tað er hugvísindaliga deildin á KU, sum lýsir við starvinum, og granskingin og undirvísingin verður knýtt at Institut for Nordiske Studier og Sprogvidenskab (NorS).

Starvið skal úr einum hugvísindaligum sjónarhorni fáa fram nýggja vitan um broytingarnar í Norðuratlanshavi og vera við til at “skabe stærkere og mere forpligtede rammer for samarbejdet mellem fakultetet og Fróðskaparsetur Føroya/Færøernes Universitet”.

Nýggja starvið er úrslit av samráðingunum um donsku fíggjarlógina í fjør, og serlig játtan er latin til starvið fyribils í trý ár.

Umsóknarfreist er 10 desember.

Starvslýsingin sæst her.