07.05.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Les í egnum umhvørvi

Kunningardagur um útbúgvingarnar á Náttúruvísindadeildini var týsdagin tann 6. mai.


Tey, sum komu til tiltakið, vóru ung fólk, sum hava verið úti í samfelagnum og arbeitt eitt ella nøkur ár. Tað er gott, at tey koma at lesa her, tí tey eru sera góðir næmingar, men vit høvdu eisini viljað, at fleiri av teimum nýklaktu pisunum valdu at lesa á Setrinum.

Nýklaktar pisur seta seg sjáldan á eina rók á Setrinum, tær velja at flúgva út í fremmand lond at nema sær vitan. Sjálvandi er tað er gott, at tey ungu royna veingirnar, men vit høvdu fegin viljað, at fleiri blivu verandi her heima og byrjaðu at lesa hjá okkum.

Næstan øll, sum byrja at lesa í Føroyum, koma heim til Føroyar at arbeiða, tá tey eru liðug. Tað er gott fyri samfelagið, og tí er politiskur vilji til at menna hægri lesnað í Føroyum, so í framtíðini vóna vit, at fleiri av teimum nýggju pisurinum fara at halda, at tað er gott at lesa á Fróðskaparsetri Føroya.