Lesandi á boot-camp til at loysa marinar avbjóðingar
30.10.2012
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lesandi á boot-camp til at loysa marinar avbjóðingar

Hesa vikuna savnast universitetslesandi úr øllum Norðanlondum á Østrøm til at kappast um at loysa eina stóra avbjóðing innan fiski- og alivinnuna.


Hvør avbjóðingin verður, er enn loyniligt, men tá hon er loyst kann tað skapa møguleikar í vinnuni.

Kappingin hevur miðstøð á Østrøm á Skálatrøð í døgunum 29. oktober til 02. november. Trý lesandi úr hvørjum norðanlandi (Danmark, Føroyum, Finlandi, Íslandi, Noregi og Svøríki), møtast at viðgerða framtíðina innan fiski- og alivinnuna og at kappast í bólkum til at finna loysnir á onkum ávísum trupulleika.

Norðurlendska verkætlanin Nordic Marine Marketing Project (NIMMP) er skipað í samráð við norðurlendskar fyritøkur innan marinu vinnuna, og trupulleikin arbeitt verður við, er ein sum vinnan eisini fæst við.

Øll kappingin verður filmað, og framleiddur verður ein sølufremjandi filmur, umframt at ein frágreiðing verður skrivað. Hesi kunnu virki og stovnar innan vinnuna brúka sum inspirasjón til at fremja innovativar loysnir við.

Vinnarnir av kappingini verða kosnir hósdagin 01. november. Ein metingarnevnd er sett at meta um besta hugskotið við umboðum frá vinnuni, Vinnumálaráðnum og frá Nordic Innovation, sum fíggjar verkætlanina. Tá tiltakið endar hósdagin seinnpartin luttekur eisini Johan Dahl, vinnumálaráðharri.

Nærri upplýsingar: Gestur Hovgaard, mail:gesturh(at)setur.fo; tlf. 292595.

- - - - - - - - -

 “It is very important that the Nordic region works together to find innovative solutions to current issues in the maritime sector. Many countries in the region are heavily dependent on the industry and it is vital that we use our combined resources in the ever strengthening global competition. We believe one of our biggest asset to be the people and its strong educational level and that is why we put our faith in those students to come up with innovative solutions.” – Diljá Valsdóttir, Project manager at Innovit, entrepreneurship centre in Iceland.

“Nordic Innovation was established in order to help make Nordic businesses competitive and innovative. We believe NIMMP to be a great platform to foster co-operation within the region and to stimulate innovation in the maritime sector. By having students looking into real problems we are tapping into a great resource of creativity and introducing the great minds of the future about the potential of the maritime industry as a future working ground at the same time.” - Roger Moe Bjørgan, Managing Director at Nordic Innovation

NIMMP is a joint venture of Innovit Entrepreneurship centre in Iceland, University of Faroe Islands, Stardust CBS in Denmark, Norwegian University of Life Sciences, Swedish University of Agricultural Science and Nordic Innovation.