Lesandi funnið nýggja klukku í Sandoynni
Í hesi vikuni hava lívfrøðilesandi á Náttúruvísindadeildini á Fróðskaparsetri Føroya verið á kanningarferð í Sandoynni, har tey funnu eina klukku, sum ikki áður er sæð í Føroyum
Alt millum himmal og jørð kann henda, tá ein lesur lívfrøði, og tað ásannaðu lesandi á Náttúruvísindadeildini hesa vikuna, tá tey vóru á kanningarferð í Sandoynni
Tey kalla tað feltskeið, og tey lesandi settu skordýrafellur ymsastaðni kring oynna.
Í fellunum, ið vóru kannaðar mikudagin, funnu tey eitt nýtt slag av svartaklukku (Carabidae). Hendan slektin, ið kallast Dyschirius, er ikki funnin í Føroyum áður.
Enn hava tey ikki staðfest, hvat slag hendan svartaklukkan er, men klukkur í hesi slektini eru umleið fimm millimetrar langar, eru mjáar um miðjuna og hava staput frambein at grava við.
Allarflestu sløgini í hesi slektini liva í sandmold tætt við sjógv. Har grava tær holur at liva í og veiða smáar skildisklukkur.
Myndin, sum er brúkt til hesa greinina, er her.
Fleiri myndir koma seinni, tá tey við vissu hava staðfest slagið.
Lesandi á Náttúruvísindadeildini á lívfrøðiligari kanningarferð í Sandoynni
Hendan kanningarferðin verður skipað í samstarvi við Tjóðsavnið, sum hevur ábyrgdina av undirvísingini um skordýr. Hendan nýggja klukkan, sum funnin er, verður givin Tjóðsavninum til víðari kanningar.
Til ber enn at søkja um lestrarpláss á lívfrøðiútbúgvingini á Setrinum.
Umsóknarfreist er á midnátt 1. juli.
Lesið meira um tað her.
- 17.12.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinFøroyska COVID19-stýringin í stórari altjóða útgávuTað vóru serliga kanningarnar og tilmælini, sum vóru sers...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinTá málið skuggar fyri rættinum til útbúgvingTilflytarabørn hava menniskjarætt til útbúgving, og spurn...
- 16.12.2024 Setrið NámsvísindadeildinLívið sum læraralesandi í FøroyumLæraralesandi á Setrinum, sum Kringvarp Føroya hevur tosa...