28.12.2012
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Lesandi gera útvarpssending

Leygardagin verður ein sending at hoyra í Útvarpi Føroya, sum 2. árs lesandi á Føroyamálsdeildini hava gjørt í lærugreinini Samskifti.


Sendingin hevur fingið heitið ”Lesandi kaga í bókarúgvuna” og á skránni eru prát við rithøvundar og ummælarar um nakrar av bókunum, sum eru komnar út fyri jól.


Millum annað práta vit við Jóanes Nielsen um hansara nýggja yrkingasavn ”Tapet millum øldir”, sum Bergur Djurhuus Hansen, ummælari, heldur vera merkt av, at høvundurin er farin at eldast.


Ovast á metsølulistanum í ár liggur nýggjasta krimibókin hjá Jógvani Isaksen við einum nýggjum høvuðspersóni. Vit práta við høvundin um bókina og hyggja eisini nærri at metsølulistanum, har ein rættiliga øðrvísi barnabók er at finna.


Eisini viðgera vit fyrsta yrkingasavnið hjá filmslistakvinnuni Katrini Ottarsdóttur, ”Eru koparrør í himmiríki?”, sum sambært Kinnu Poulsen, ummælara, er eitt nýbrot í føroyskum yrkingum.


Tey lesandi hava gjørt sendingina sum lið í lærugreinini Samskifti, har tey arbeiða við fjølmiðlum á ymsan hátt.


Endamálið við uppgávuni hevur verið at geva teimum lesandi møguleika sjálvi at royna at leggja til rættis og seta saman eina slíka sending, at vinkla søgur og innsløg, og at fyrireika og gera interview og reportagur – umframt sjálvsagt at bjóða lurtarum eina áhugaverda sending.


Lærari og redaktørur á sendingini er Anna Ellingsgaard.


Sendingin er gjørd í samstarvi við Kringvarp Føroya.


”Lesandi kaga í bókarúgvuna” verður at hoyra leygardagin 29. desember kl. 16