Bachelor í listalistum arbeiði.jpg
Á Setrinum kanst tú taka eina bachelorútbúgving í ritlist ella tónlist (Foto: Freerangestock.com)
26.05.2021
Setrið Føroyamálsdeildin
Skriva út

Lesandi: - Komið og lesið B.A. í listaligum arbeiði

Týsdagin í næstu viku er umsóknarfreist til at sleppa at lesa tónlist ella ritlist á Setrinum, og rós er frá lesandi um nýggju kreativu útbúgvingina

Kreativasti krókurin á Fróðskaparsetrinum man vera á Føroyamálsdeildini, har tey hugdýpa seg í tónlist ella ritlist á útbúgvingini, sum eitur B.A. í listaligum arbeiði.

Hetta er nýggj bachelorútbúgving, sum tekur trý ár, og tey "elstu" eru í løtuni í ferð við at gera seg klár at fara til próvtøku, nú fjórða lestrarhálva er um at vera runnin.

Hesar próvtøkur eru ikki sum tær flestu, tí nú skulu tey vísa, at tey bæði duga at skapa sjálv og hava ástøðiliga vitan um tað, ið skapt verður. Tey arbeiða jú við list, akademiskt.

Tey lesandi hava skulað gjørt alt sjálv, og tað merkir eisini til dømis at søkja um stuðul til studioupptøkur og tónleikarar. Her eru tey tónlistalesandi á Setrinum í studio Bloch í Havn

Á bachelorútbúgvingini í tónlist hava fimm lesandi fyrireikað, komponerað, upptikið og miksað eina tónleikaútgávu, FONETIKA, sum verður útgivin av Tutl 11. juni og roynd alment, tá Sirkus í Vágsbotni fer at hava lurtigildi 12. juni klokkan 20.30.

Verkætlanin verður brúkt sum høvi at royna seg sum listafólk innan fyri akademiskar karmar, og tónleikaútgávan skal bjóða teimum lesandi av og menna tey sum skapandi listafólk.

Tey fimm eru Katrina Olsen, Per Ingvaldur Højgaard Petersen, Líggjas Olsen, Jákup Veyhe og Sissal Grækarisdóttir Magnussen

Tey hava arbeitt saman, men hava samstundis eisini skapt sítt heilt egna, og hetta speglar komandi útgávan eisini, sum spennir frá strúkikvartett til medidativan tónleik, frá beatum til summarlag og inniligan mjúkan tóna.

- Vit eru fimm ymisk listafólk við hvør við sínum listaligum útrykki, og tað hevur verið gevandi og læruríkt at arbeiða við hesi útgavuni, sigur Katrina Olsen, saksofonistur. Hon vil fegin rósa nýggju útbúgvingini á Setrinum í listaligum arbeiði.

- Vit hava góðar lærarar og góða útgerð, og við at lesa her fær man eisini gott netverk í tónleikaumhvørvinum annars. Og við tí ástøðiliga partinum aftrat tí skapandi, so fært tú meira tak á tí, sum tú gert. So ja, eg vil mæla øðrum kreativum sálum at søkja inn her, sigur Katrina Olsen, sum fer at taka næstu lestarhálvuna á tónlistaskúlanum í Århus saman við einari, sum hon lesur saman við á Føroyamálsdeildini, áðrenn hon síðani kemur aftur á Setrið at gera sín bachelor lidnan.

Í útbúgvingartíðini hava tey fingið undirvísing í tónleikaástøði hjá Sunleif Rasmussen, sampling og upptøkutøkni hjá Jens L. Thomsen og Heðini Ziska Davidsen, tónleikasøgu hjá Knút Háberg Eysturstein, kompositión hjá Tróndi Bogasyni og sangskriving hjá Teiti Lassen. Guðrið Hansdóttir hevur verið vegleiðari hjá teimum lesandi undir arbeiðinum við FONETIKU.

Antologi á veg

Á hinari greinini á bachelorútbúgvingini - í ritlist - leggja tey lesandi eisini seinastu hond á sína høvuðsuppgávu hesa lestrarhálvuna.

Her er tað tað skapandi skrivliga arbeiðið, sum er í miðdeplinum, og eins og á tónlist hava fimm lesandi har sligið seg saman um eina rætta útgávu.

Talan er um eina antologi, sum er eitt savn av tekstum, sum hesir sera ymisku høvundaspírarnir hava skrivað: Rebekka Petersen, Dania Tausen, Helle Thede Johansen, Vónbjørt Vang og Trygvi Danielsen.

Savnið er sent til prentingar, tað er forlagið Eksil, sum gevur út, og tey fara eisini at hava útgávutiltak. Tað verður 17. juni á Reinsarínum.

Hevur tú eisini hug at sleppa at royna tey á mest kreativu útbúgvingini í landinum? So er at søkja inn á B.A. í listaligum arbeiði nú.

Umsóknarfreist 1. juni.

Lesið meira um útbúgvingina her.

Umsóknarblað er her.

Síggið eisini sjónvarpssendingina, Lyst, har Katrina Olsen og Per Ingvaldur Højgaard Petersen greiða frá sínum lestri á listaútbúgvingini á Setrinum, her.