Lesandi kunnu trygt velja Søgu- og Samfelagsdeildina
02.07.2013
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lesandi kunnu trygt velja Søgu- og Samfelagsdeildina

Í seinastu viku hevur Útvarp Føroya nakrar ferðir borið tíðindi um trupulleikar hjá einum lesandi á Søgu- og Samfelagsdeildini at sleppa inn á ávísa útbúgving til víðari lestur, hetta í Keypmannahavn og Århus.


Soleiðis sum innsløgini hava verið skipaði,  standa nógv eftir við tí fatan, at trupulleikin er bachelorútbúgvingarnar á Søgu- og Samfelagsdeildini. Hetta vilja vit staðiliga afturvísa.

At ein lesandi ikki sleppur inn á sín fyrsta prioritet, er í veruleikanum ein positiv søga, ikki ein negativ, sum Útvarp Føroya gjørdi hana til. Veruleikin er, at partar av Keypmannahavnar Universiteti (KU) eru kendir fyri at vera trekir at taka inn lesandi, ið eru byrjaði sínar útbúgvingar aðrastaðni (sokallaðir merittar). Sum eitt dømi av mongum kann nevnast, at ein av okkara bachelorum er sloppin inn á kandidatin á einum av bestu universitetum í Onglandi, Durham. Samstundis vita vit um føroying, sum hevur tikið sín bachelor á Durham, men ikki er sloppin inn á kandidatútbúgving á KU. Hetta er heilt vanligt, og heldur ikki bachelorar frá øðrum universitetum í Danmark sleppa inn á kandidatin við Keypmannahavnar Universitet. Tí kundi søgan hjá ÚF verið, at KU er alt ov trekt at umstilla seg til nýggjar tíðir í Europa, og at hetta m.a. gongur út yvir føroyingar.

Søgan kundi eisini verið, at allir bachelorar, sum nú herfyri gjørdust liðug á Søgu- og Samfelagsdeildini, og hava søkt inn aðrastaðni, eru sloppin at lesa víðari. Okkum kunnugt, við einum undantaki, eisini júst á ta útbúgving tey ynsktu tað. Tey fara á Københavns Universitet, Århus Universitet, Roskilde Universitet, Syddansk Universitet, Ålborg Universitet og Copenhagen Business School. Ein hevur søkt og fingið játtandi svar frá Háskóla Íslands, og sum nevnt ein á Durham. Sami persónur hevur eisini fingið bjóðað pláss á øðrum bretskum universitetum.

Vit hava altíð undirvísarar við neyðugum fakligum førleikum, og okkara útbúgvingar fylgja leistinum í europeisku bolognaavtaluni, sum er í ferð við at verða fult íverksett á deildini. Vit hava sjálvsagt eisini kvalifiseraða próvdøming. Harafturat hava vit tætt samstarv við útlendskar hægri lærustovnar og fakpersónar, ið eru við til at tryggja og meta um dygdina.

Tað harmar okkum, at Útvarp Føroya í so lítlan mun megnar at lýsa tey viðurskifti, ið sonevndir merittar hava við sær, og harvið ger seg skyldugan í, av órøttum at skaða ein heilan stovn.

Vegna Søgu- og Samfelagsdeildina

Gestur Hovgaard, Lektari í Samfelagsvísindum

Hans Andrias Sølvará, Lektari í Søgu

Jóan Pauli Joensen, Professari í Etnologi