Lesandi og skattaviðurskifti teirra í summarfrítíðini
Lesandi uttanlands mugu gera p-talið virkið. P-talið má vera virkið fyri at fáa løn útgoldna.
Nú styttist av álvara til summarfrítíðina, tá ið nógv lesandi fáa sær eitt fyribils starv í eitt avmarkað tíðarskeið. Í hesum tíðarskeiði er týdningarmikið hjá teimum lesandi at geva sær far um síni skattaviðurskifti.
Føroyska p-talið skal gerast virkið
Lesandi uttanlands, ið koma heim at arbeiða í summarfrítíðini, skulu skjótast gjørligt, og í seinasta lagi 13. juli 2016, boða TAKS frá, um p-talið skal gerast virkið. P-talið má vera virkið fyri at fáa løn útgoldna. Er p-talið ikki gjørt virkið innan 13. juli, er møguligt at gera tað virkið aftur frá 8. august 2016.
Skrivlig boð
Fyri at gera p-talið virkið skal teldupostur sendast til taks@taks.fo, við upplýsingum um p-tal, navn, adressu og nær ein væntandi er í Føroyum. Boðini skulu vera skrivlig.
Søkja lesandi um at varðveita fulla skattskyldu í Føroyum, verða tey skrásett við fríkorti. Tað merkir, at tær fyrstu kr. 30.000, ið vunnar verða, eru skattafríar. Fríkortið er tað sama sum botnfrádrátturin í kommunuskattinum. Verður vunnið meira enn botnfrádráttin, verður skattur goldin av inntøkuni, sum fer upp um botnfrádráttin.
Lesandi í Føroyum hava sama møguleika sum lesandi uttanlands at fáa sær eitt fríkort, um tey bert arbeiða partar av árinum, har inntøkan er á leið kr. 30.000.
Fríkortið er kortini ikki galdandi fyri øll starvspláss
Hvørki lesandi í Føroyum ella uttanlands kunnu fáa fríkort, um tey mynstra umborð á skip, sum eru skrásett undir FAS skipanini. Hýra frá skipum, skrásett í Føroya Altjóða Skipaskrá (FAS), verður skattað við føstum skattaprosenti upp á 35%, uttan mun til, hvussu nógvur peningur verður vunnin.
Kelda
Taks
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...