Lesandi skipa ítróttartiltak í Suðuroy
15.09.2013
Námsvísindadeildin
Skriva út

Lesandi skipa ítróttartiltak í Suðuroy

Mikudagin 11. september vóru 120 børn úr øllum ansingarstovnunum og dagrøktini í Suðuroynni við til eitt væleydnað ítróttartiltak í Ítróttarhøllini í Trongisvági.


Tiltakið varð skipað í sambandi við skeiðini “Spæl og læring” og “Innskúling” hjá námsfrøðinga- og læraralesandi á Námsvísindadeildini.

Talan er um verkætlan fyri námsfrøðinga- og læraralesandi í 3. og 4. árgangi. Í sambandi við verkætlanina skulu tey lesandi skriva eina uppgávu, har tey skulu duga at vísa á sambandið millum tað verkliga og tað ástøðiliga.

Tiltakið byrjaði kl. 10 og helt á til kl. 16 seinnapartin og eydnaðist stak væl.

Saman við teimum lesandi vóru tað tey bæði Egga Jensen og Anna Gásadal, námslektarar á Námsvísindadeildini, sum fyriskipaðu hesum stóra tiltakinum.