Lesandi vitja alivirkir
Fyrr í mánaðinum vitjaðu lesandi í búskaparfrøði á Fróðskaparsetrinum á Marine Harvest Faroese í Oyndarfirði og Bakkafrost á Glyvrum. Hetta var í sambandi við lærugreinina Alivinnubúskap.
Fyrst hevði Hans Jákup Mikkelsen, stjóri, eina framløgu, sum vísti, hvussu teirra virksemi á Marine Harvest hevur verið upp í gjøgnum tíðina. Síðani var farið runt at síggja framkomnu og nýmótans smoltstøðina á Hellunum. Jóhan Toftegaard, leiðari á smoltstøðini, vísti runt og kunnaði um dagligu gongdina á virkinum.
Seinnapartin sama dag var farið at vitja høvuðsskrivstovuna á Bakkafrosti á Glyvrum. Gunnar Nielsen, fíggjarstjóri, vísti runt á tí mest nýmótans alivirkinum. Tey sóu alla prosessina, frá tí at laksurin kemur inn á virkið, verður kruvdur, skorin og pakkaður, klárur til útflutning. Eisini var ein framløga um fíggjarliga partin hjá virkinum.
Fleiri myndir frá degnum eru at síggja niðanfyri:
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...