Lesidagar í Sveis
Malan Marnersdóttir, professari, dvølur í hesum døgum í Sveis, haðani hon sendir ferðabræv og myndir
Hendan aprílmánað eri eg stødd í ævintýrligum landslagi í Sveis. Eg eri her fyri at lesa næstan 600 síður langa handritið til Bókmentasøguna, bind 2, ígjøgnum við kritiskum og konstruktivum eygum.
Hví eg ikki bara kann gera tað heima? Svarið er rætt og slætt, at vinan Verena Stössinger, ið er rithøvundur og hevur verið í Føroyum fleiri ferðir, og sum saman við Annu Katharinu Dömling ritstjórnaði bókini Von Inseln weiß ich ... (Eg oyggjar veit ...) við týddum føroyskum søgum, fleiri ferðir hevur bjóðað mær at læna íbúðina, sum hon og systirin hava eftir foreldrini í bygdini Rigi Kaltbad.
Bygdin
Rigi Kaltbad er knappar 1500 metrar uppi á fjallinum Rigi Kulm, góðar 1800 metrar høgt. Fyri at koma higar, fór eg við toki av flogvøllinum í Zürich til Luzern, sigldi síðani á vatninum Vierwaldstättersee til Vitznau, har eitt tok førdi meg niðan gjøgnum líðirnar. Tað ber eisini til at koma higar við togbreyt úr grannabygdini Weggis, men eg haldi ikki, at koyrivegur er higar.
Handlarnir eru tríggir, ein lítil, dýrur matvøruhandil, ein kiosk, sum eisini selur ítróttarklæði, og so er tokstøðin við ferðaseðlum og nakað av turistvørum. Húsini eru spjadd eftir fjallasíðuni, í nógvum eru feriuíbúðir og kømur at leiga, eini spildurnýggj og modernað glasíbúðarhús eru granni her hjá mær. Tey bæði hotellini eru stongd nú, so tey fáu vitjandi hesar dagarnar steðga ikki nátt heruppi. Her er friðarligt og stak arbeiðsligt.
Ongar kommersiellar freistingar – eisini tær flestu matstovurnar eru stongdar her í Zwischensäson – skíðferðirnar eru farnar afturum og summargestirnir ikki komnir enn. Men fult av øðrum ókeypis uttandura freistingum. Gott, lýtt og turt veður við sól inn ímillum og góðar slættar gøtur niðan á fjallatindarnar og oman til smábýirnar við vatnið.
Jarðfrøði og søgn
Hví bygd mín eitur Rigi Kaltbad? Rigi stavar frá jarðfrøðiliga hugtakinum ‘riginen’ fyri flógv. Kaltbad er úr søgn, ið sigur frá tveimum systrum, sum í fornari tíð flýddu higar undan harðskapi. Tær vóru klókar og dugdu at grøða fólk, so tá ið tær vóru deyðar, spríkti ein kelda við lekjandi vatni. Stutt síðani er eitt modernað bað – eitt spa – bygt beint við íbúðarhúsini hjá mær, har fólk leita sær heilsubót og vælveru í uttandura – ivaleyst heitum – hyli og øðrum góðum innandura.
Ferðandi rithøvundar
Sveis varð turistland frá mitt í 19. øld og er kent fyri at taka móti rithøvundum, sum høvdu tørv á at vera burtur frá heimlandinum. Eitt nú James Joyce. Hann rýmdi úr Írlandi, búði nógv í Zürich, har hann doyði og varð jarðaður. Har er ein stovnur skipaður, sum hevur til endamáls at minnast henda nýskapandi høvundin og verk hansara.
August Strindberg búði ymsastaðni í Sveis í 1880-árunum. Hann skrivaði millum annað stuttsøgusavnið Giftast og partar av sjálvævisøguligu skaldsøguni Tjänstkvinnans son, meðan hann og familjan búleikaðust í Sveis. Eitt skifti búðu tey í býnum Weggis, sum er 1½ tíma til gongu oman frá bygdini hjá mær. Fyri Strindberg var Sveis eitt Arkadia sum í grikskari hirðayrking. Og her er sanniliga idýlliskt – eitt satt Heidi- og fjallaabba-land.
J. W. Goethe hevur eisini verið her uppi. Við útsýnisplássið her í nánd er ein pláta sett á ein klett við upplýsingini, at Goethe var her í 1775. Uppaftur ein kendur, men væl yngri turistur var tveir-favnar-høvundurin, Mark Twain, sum í 1897 ferðaðist her við familju síni og gekk frá Weggis upp á Rigi Kulm, og tí eigur hann eitt gøtunavn heruppi, og turistarnir ganga Der Mark Twain Themenweg.
Dagliga rýtman
Dagarnir ganga við at lesa og skriva viðmerkingar í handritið. Inn ímillum liggur væl fyri at fara niðan á ein fjallatind ella aðrar leiðir til útsýnispláss útgjørd við bonkum og kunnandi uppsløgum.
Miðlaliga er her deiliga fleirmælt, radio- og sjónvarpsrásirnar eru týskar, sveisara-týskar (sum er ilt at skilja) og franskar. Fyrstu dagarnar vóru høvuðstíðindini eisini her Panama-skjølini. Eg hvakk við, at eisini íslendski forsætismálaráðharrin var nevndur í skjølunum. Á eini rás segði ein seg als ikki undrast á, at afrikanskir stjórnarleiðarar høvdu krógvað pening í Panama, tað var mestsum væntandi. Men at stjórnarleiðari í demokratiskum, norðurevropeiskum landi eisini var millum teir, tað trumfaði, og fekk henda viðmerkjaran at spyrja, hvussu langt inn í skipanirnar í øðrum londum hetta røkkur. Tað frætta vit kanska meira um.
Nú hevur Týskland fingið sína karikatur-gølu. Ein komikari hevur framført eina yrking, ið ger gjøldur burtur úr Erdogan, sum hevur stevnt komikaranum bæði sum forseti Turkalands og sum privatmaður. Angela Merkel er í svárari neyð, tí lutvíst skal hon – og tað ger hon – verja framsøgufrælsið, og hinvegin skal hon sum eitt tað fremsta umboðið fyri ES vera væl í øgn við Turkaland í hesi flóttafólkatíð. Og tey stakkals fólk – flóttafólkini!
Fá meira at vita um Rigi
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...