Lestrarárið skotið í gongd
Fríggjadagin var stóri innleiðsludagurin á Setrinum, ið endaði við rimmar samansjóðingarveitslu um kvøldið
Mánaðarskiftið august-september byrjar nýggja lestrarárið á Setrinum, og hetta er eisini sjálv lestrarbyrjanin hjá teimum um 400 lesandi, sum eru tikin upp í ár. Fríggjadagin var innleiðsludagurin fyri teimum nýggju lesandi. Í auluni á Námsvísindadeildini bjóðaði rektarin væl komin og segði nøkur orð um Setrið. Eftir tað fingu tey lesandi kunning um ymiskt, ið er viðkomandi fyri teirra gerandisdag í lestrartíðini.
Síðani varð farið oman í Fríðrik Petersens gøtu 9, har umboð fyri Ráð teirra Lesandi (RTL) vístu fram RTL-hølini, ið studentar kunnu brúka til at lesa í, og har eisini lestrarkafé er hvørt fríggjakvøld. Eftir hetta tóku tey nýggju lesandi seg sundur og fóru út á tær deildirnar, ið vera karmurin um teirra arbeiðsdag komandi árini, og fingu kunning um deildina.
Um kvøldið var skipað fyri rimmar tiltakið, Setursamanshow, ið varð ætlað øllum, bæði lesandi, verandi sum nýggjum, og starvsfólkum. Tiltakið var í Reinsarínum/Perluni/Ostahúsinum og var fyriskipað av Lestrarskrivstovuni og nýggju mentorunum. Hetta er fyrsta ferðin, at slíkt tiltak verður roynt, og sum vera man var spenningurin stóru um uppmøtingina.
Undirtøkan var sera góð, tí eini 500 fólk vóru møtt. Tey sóu nýggja filmin um Setrið, royndu seg í kviss, hoyrdu Danny and the Veetos og EBH-Trio, fingu spákonu at greina síni framtíðarútlit, kundu keypa sær mat og drekka fyri studentaprísir, og hugnaðu sær við práti og ikki minst dansi í Perluni, ið DJ Groove Dad stóð fyri. Tiltakið endaði klokkan hálvgum trý leygarmorgunin.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...