Malan Marnersdóttir
03.09.2011
Føroyamálsdeildin
Skriva út

Lestrarársbyrjan 2011

Malan Marnersdóttir helt hesa røðu fyri teimum nýggju lesandi á Føroyamálsdeildini, fyrsta dagin tey møttu á Setrinum.



Hjartaliga vælkomin á Føroyamálsdeildina og hjartaliga til lukku við lestrarplássinum, sum tit hava ognað tykkum. Nú byrjar tað!

Tit koma á Setrið fyri at... ja, hví koma tit á Setrið at lesa? Tí at Fróðskaparsetrið hevur dugað so væl at lýsa fyri útbúgvingum, at tað hevur sannført tykkum um, at her skal tað vera, tit skulu lesa og læra fyri at røkka lívsmáli tykkara? Ella hava tit valt Fróðskaparsetrið fyri at sleppa undan at flyta av landinum at fáa eina hægri útbúgving? Eg rokni við, at tit eru her í dag, tí at tit vilja lesa føroyskt. Tí tað ber bara til á Setrinum og her á Føroyamálsdeildini.

Eg veit tað sjálvandi ikki, men eg royni altíð at gita, hvat hevur verið tað avgerandi fyri lestrarvalið hjá nýggjum studentum. Eg havi lisið mær til, at nútímans ungdómur fer at lesa tað ávísa fakið og fáa sær júst ta útbúgvingina, tí tey halda tað fremja sjálvsmenning sína. Lesturin skal ikki fyrst av øllum geva ein fakligan og professionellan førleika, útbúgvingin verður ikki vald eftir, hvat gagnar samfelagnum, ella fyri at gerast limur í einum ávísum samfelagsbólki - eitt nú at verða akademikari.
Nei, tað, sum um ræður, siga útbúgvingarfrøðingar (Birgitte Simonsen & Lars Ulriksen Universitetsstudier i krise), er sjálsvrealisering og sjálvsmenning: Útbúgvingin, lesturin er ein máti at arbeiða við samleikanum og at menna hann. Og lýkur lesturin so ikki hesi krøv um at menna sjálvkensluna og samleikan, so verður fakið slept, og okkurt annað roynt í staðin.

Eg sigi ikki, at hetta er galdandi fyri tykkum – hetta er galdandi sumstaðni fyri nokk so nógv. Men eg kann vissa tykkum um, at hetta, sum tit nú fara undir, krevur sítt. Tað er eingin hóttan, men ein staðfesting: lestur er arbeiði! Tit sleppa ikki at liggja á løtu síðu, tit fáa nógv at lesa – stundum ov nógv, fara tit ivaleyst at halda.
Og fyri alt tað, einki galið er í, at tit hava valt, sum tit hava valt. Fyrr kallaðist tað at velja eftir hugi, vel ta útbúgving og tann lestur, sum tú hevur hug til. Tað haldi eg, er í fínasta lagi, tí besti rakstrarmátturin er hugurin. Eg vóni, at hugurin er góður, ja, at hann er av besta slag.

Tit hava valt at lesa føroyskt. Tað vil siga at fáa innlit í, hvussu málið er skipað, og hvussu tað ber fyribrigdi fyri bókmentalig og málslig viðurskifti. Tað ger tykkum før fyri at lýsa og greina málburð – antin hann er munnligur, skrivligur ella skaldsligur.

Føroyamálsdeildin er tann deildin á Fróðskaparsetrinum, har vit granska føroyskar bókmentir og føroyskt mál. Føroyamálsdeildin eigur alt tað føroyska málið, skilt á tann hátt, at øll orðini eru skrásett her – ein stórur partur á pappírskortum, kartotekskortum, og restin er skrásett talgilt. Deildin hevur eisini eitt umfatandi bandasavn við kvæðum, søgum, sagnum og ævintýrum.
Tá ið Setrið varð stovnað í 1965, var tað Føroyamálsdeildin, sum varð stovnað. Inni á deildini hevur eisini Málstovan bústað – hon leiðbeinir fólki og stovnum um føroyskan málburð, men er ein stovnur fyri seg – hoyrir tískil ikki til Setrið.

Undirvísingin fer ikki bert fram her á Føroyamálsdeildini. Til nakrar tímar eru tit ov nógv og rúmast ikki inni. Í staðin undirvísa vit á Náttúruvísindadeildini.
 
Umframt undirvísingina á deildini kunnu tit – og eg vóni inniliga at tit – fara uttanlands at lesa og taka prógv í skeiðum ella pørtum, sum kunnu skipast inn í lesturin her á setrinum. Tit fáa alla ta hjálp og leiðbeining, tit vilja hava. Lesið fyrst námsskipanina væl og virðiliga og sláið upp í henni, tá ið tit sóknast eftir onkrum. Finna tit ikki svar til spurningar tykkara í námsskipanini ella í øðrum tilfari, sum tit hava fingið ella finna á heimasíðuni, so kunnu tit venda tykkum til Odu Mørkøre í avgreiðsluni.

Eg vil at enda fegin leggja tykkum eina við, at vit eru sera errin av, at tit eru komin á Føroya-málsdeildina at lesa. Vit vilja eisini fegin hava tykkum at fara burtur at kunna tykkum við lestur aðrastaðni og síðani koma aftur við úrslitum og royndum. Tí samstundis sum tit menna tykkum sjálv og samleika tykkara, fer tann góði fakligi og akademiski førleiki og dugnaskapur at frøa tykkum sjálv, landið, arbeiðsmarknaðin og okkum, sum útbúgva tykkum. Vit gleða okkum longu til at útskriva tykkum aftur við prógvi í hondini.

Hjartaliga vælkomin og góðan lestrarhug!