csm_Setursfilmur130_7c30808e47.png
Innleiðsluvikan verður nakað skerd
16.08.2020
Setrið
Skriva út

Lestrarbyrjan 2020 sum ætlað

Mánadagin 17. august byrja 289 nýggj lesandi á Fróðskaparsetrinum

Lestrarbyrjan verður mánadagin 17. august 2020 sum ætlað. Tó verður innleiðsluvikan fyri nýggj lesandi nakað skerd vegna  korona. Øll nýggj lesandi hava fingið dagførda innleiðsluskrá sendandi, har tiltøkini eru tilllagað soleiðis, at tilmælini um frástøðu og reinføri verða hildin. Eisini verða lesandi biðin um at vera í masku. Fyri at kunna halda almennu tilmælini eru summi av árligu innleiðslutiltøkunum útsett ella avlýst.

Lestrarársbyrjan fyri onnur lesandi á Setrinum verður eisini í ávísan mun merkt av, at korona aftur er farin at ganga. Fyri summi er lestrarársbyrjan útsett eina viku, og fyri onnur byrjar undirvísingin á Zoom og ikki í undirvísingarhølunum á Setrinum.

Hóast avmarkingar og tillagingar so vóna vit, at øll fáa eina góða lestrarbyrjan í 2020.