30.08.2011
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lestrarbyrjan á Søgu- og samfelagsdeildini

Í gjár møttu 25 nýggj søgu- og samfelagslesandi til teirra fyrsta arbeiðsdag í Jónas Broncks gøtu 25.


Dekanurin Hans Andrias Sølvará, bjóðaði vælkomin, og tey nýggju lesandi fingu at vita nærri um útbúgvingarnar á Søgu- og Samfelagsdeildini, og tey praktisku viðurskiftini kring hesar.
 
Hetta er fyrstu ferð nakrantíð at Søgu- og Samfelagsdeildin hevur tikið lesandi inn 2 ár á rað. Serliga áhugavert var tí, at nøkur av teimum "gomlu lesandi" (tvs frá 2. ári) kundi taka yvir, og fortelja um ymisk viðurskifti av týdningi fyri lesturin og um hvussu tey nú royna at skapa eitt veruligt lestrarumhvørvi. Ein partur av hesum var, at tey bjóðaðu teimum nýggju lesandi til lestrarprát á Café Natúr, har ókeypis the og kaffi var at fáa. Ein annar táttur er, at skipað verður fyri felags útferð 10. og 11. september, har farið verður til Skopunar.