Lestrarferð til Suðurkorea í summar
20.03.2017
Til lesandi Føroyamálsdeildin Námsvísindadeildin Náttúruvísindadeildin Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lestrarferð til Suðurkorea í summar

Lesandi á Fróðskaparsetri Føroya, ið hava lagt tvey ár av lestrinum aftur um seg, kunnu søkja um at sleppa við saman við lesandi úr øðrum londum í arktiska økinum


Lesur tú á Setrinum og hevur tú lagt tvey tey fyrstu lestrarárini aftur um teg, so hevur tú møguleika at sleppa eina 10 daga lestrarferð til Suðurkorea í tíðarskeiðnum 6.-15. juli í ár; afturat hesum koma so ferðingardagarnir. Tað eru UArctic University og Korea Maritime Institute, ið hava tikið stig til hendan møguleikan, og fyriskipararnir rinda fyri ferð og uppihald.

Innihaldsliga er lestrarferðin er í tveimum. 4-5 dagar fara til luttøku á 3rd Korea Arctic Academy in Korea, sum verður á Korea Maritime Institute. Har verða fyrilestrar um arktisk viðurskifti, hildnir av altjóða og koreanskum serfrøðingum. 3-4 dagar fara til at vitja almennar stovnar, granskingarstovnar og ídnaðarfyritøkur.

20 lesandi verða vald frá UArctic universitetunum í arktiska økinum, og Fróðskaparsetur Føroya er eitt teirra. Universitetini skulu tilnevna í mesta lagi tvey lesandi frá sínum egna universiteti. Fortreytin er, at tey lesandi hava søkt, hava lagt við lívsrensl (CV) og í skrivi hava grundgivið fyri, hví tey eru áhugað í at koma við. Lesandi úr sokallaðu ’arktisku londunum’ (har uppi í eru Føroyar) verða tikin framum. Tey 20, ið verða útvald, verða saman við 10 lesandi frá Suðurkorea, meðan tey eru har.

Hevur tú áhugað/ur í hesum møguleikanum? So kanst tú lesa meira um hann her, og senda umsókn til ask(at)setur.fo – tú skalt hefta títt CV við (íroknað adressu og telefonnummar) og skriva í mesta lagi eina A4-síðu, har tú grundgevur fyri, hví tú hevur áhuga fyri at verða tilnevnd(ur) av Setrinum at sleppa lestrarferðina til Suðurkorea.

Hevur tú eitthvørt at spyrja um, set teg so í samband við Holger Arnbjerg á Altjóða Skrivstovuni, holgera(at)setur.fo ella telefon 29 25 13.

Umsóknin skal vera innkomin á ask(at)setur.fo í seinasta lagi sunnudagin 26. mars 2017.