Flestu lesandi eru nervøs og bangin fyri próvtøku. Eitt sindur av nervøsiteti kann vera gott, um tú skalt avrika sum best, tí nervøsitetur er við til at skerpa sansir, og tað fær okkum til at avrika betur. Summir næmingar uppliva tó, at hesin positivi nervøsiteturin verður til tyngjandi óttatrupulleikar í sambandi við próvtøkur. Fyri summi kemur hendan kenslan, bara tey hugsa um orðið próvtøka; kroppurin reagerar við óttaeyðkennum sum hjartabankan, sveittabroti og búkilsku. Hesi kroppsligu eyðkenni kunnu hava so stóra ávirkan, at ein roynir at sleppa undan ampanum, t.d. tankar um at útseta próvtøkuna, ivi um ein lesur ta røttu lærugreinina og tankar um at gevast við lestrinum. Hetta er púra vanligt.
Tað er vanligt, at próvtøkuótti kennist óbehagiligur og onkuntíð heilt skakandi. Í summum førum kemur óttin spakuliga fleiri vikur áðrenn próvtøkuna við sjúkueyðkennum sum ringur magi, vaml, víðfevnd uppspenning og trupulleikar við at hugsavna seg. Óttin kann eisini koma knappliga, t.d. við høgum pulsi og turrum munni. Tú kanst eisini kenna næstan tað øvugta; ein kensla av at geva upp – at tú verður fjarur ella “kensluliga kaldur”.
Báðar støður eru eyðkend við, at øll tín skipan fer í yvirlivingar-støðu: Kroppurin og sinnið fara at hávirka og leggja dent á yvirliving. Instinktini hava so at siga tikið yvir fyri at verja teg, tí kroppurin heldur, at tú ert í vanda.
Til hetta skal sigast, at ótti er ein almenn menniskjalig kensla, sum í útgangsstøðinum hevur eitt gott endamál. Hann fortelur tær, nær okkurt óvanligt er um at henda, so tínir sansir hvessast, og tú kanst bera teg gagnliga at í eini krevjandi støðu. Tað snýr seg harvið ikki um at sleppa av við óttan, men um at samskifta við hann, so tú kanst handfara hann.