![](https://setur.cdn.fo/savn/9012/plakat_v23_samlað.jpg?width=624&height=350&rmode=crop&s=znJLJhUdXG6Xyifwt9dxQHRlaRo)
03.02.2023
Setrið Til lesandi Skriva út
Lestrarkaféin í vár
Lestrarkaféin er eitt tilboð til øll lesandi á Setrinum, og fýra standa á skránni nú við spennandi og lestrarviðkomandi framløgum
Lestrarkaféin ferðast kring deildirnar á Setrinum, men sama er galdandi fyri tær allar: Tiltøkini eru ætlað øllum lesandi á Setrinum uttan mun til lestrarstað.
Vit lata upp hvørja ferð klokkan 14:00 við kaffi og køku, og síðani verður framløga klokkan 15.
Skráin er henda:
- 16. februar: Vísindalig argumentatión v/Jógvan D. Hansen á veghæddini á Søgu- og samfelagsdeildini
- 7. mars: Fíggjarligt frælsi v/Ceciliu Nolsøe Sørensen í høli 507 í Sjóvinnuhúsinum
- 27. apríl: ADHD og lestrarlív v/Anna Nolsøe í stovu 52 á Námsvísindadeildini
- 9. mai: Góð ráð til munnligar próvtøkur v/Kalpanu Vijayavarathan í stovu 52 á Námsvísindadeildini
Øll lesandi eru hjartaliga vælkomin!
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinTekna teg til gott stakskeið í lóg og leiðsluSøk um pláss á spennandi masterskeiði í Lóg og Leiðslu áð...
- 12.07.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinKom á stakskeið í búskaparstýring fyri leiðararSøk um pláss á spennandi masterskeiði í búskaparstýring f...
- 12.07.2024 SetriðNýggi bygningurin hjá Setrinum verður nú projekteraðurLandsverk hevur skrivað undir ráðgevarasáttmála við Henni...