26.05.2010
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lestrarmøguleikar á Søgu- og samfelagsdeildini

Í heyst verða útbodnar bachelor-útbúgvingar á Søgu- og samfelagsdeildini. Høvi verður at leggja dent á fak sum søgu og stjórnmálafrøði – ella taka almenna samfelagsvísindaliga útbúgving.


Bachelor-útbúgvingar og stakskeið á bachelorstigi


    :: Bachelor í Søgu – B.A.
    :: Bachelor í Stjórnmálafrøði – B.S.Sc.
:: Bachelor í Samfelagsvísindum – B.A./B.S.Sc.


Innan høvuðsbreytirnar – søgu og stjórnmálafrøði – verður gjørligt at velja røð av skeiðum, sum tilsamans geva høvi at fáa djúpan og hollan kunnleika til háttaløgini og týðandi tættir í teimum fakunum.


Onnur útboðin skeið verða búskaparfrøði, hagfrøði, søgulig landafrøði og altjóða politikkur.


Hvørja lestrarhálvu skulu tey lesandi velja skeið svarandi til 30 ECTS.


Skeiðini í  heyst verða hesi:

    :: Grundskeið í lóg (10 ECTS)
    :: Grundskeið í lóg (15 ECTS)  
    :: Mentanarfrøði (10 ECTS)
    :: Føroysk nýtíðarsøga (10 ECTS)
    :: Samfelagsvísindalig háttaløg (10 ECTS) 
:: Búskapur og samfelag (10 ECTS)


Skeiðini verða eisini lýst sum stakskeið.

Til ber at útbúgva seg alment og velja ymisk samfelagsvísindi – og til dømis søkja sær arbeiði innan almenna ella privata fyrisiting. Til ber eisini at nýta bachelorútbúgvingar okkara sum støði undir serstakari masterútbúgving aðrastaðni og miða ímóti gransk-ingarstørvum, meiri spesialiseraðari fyrisiting ella søkja størv, sum krevja serstakan førleika – t.d. undirvísing í miðnámsskúlum.


Nógv av hesum skeiðum verða eisini tikin sum eftirútbúgving ella verða góðskrivað sum partur av útbúgvingum aðrastaðni.


Fólk við samfelagsvísindaligari útbúgving eru sera nógv eftirspurd í almennari sum privatari fyrisiting. Mong søkja inn á hesar útbúgvingar at menna og útbúgva seg (eisini eftirútbúgva seg) við neyðugum umsitingarligum førleikum.


- Umsóknarfreist
:: 14. juni 2010 (ella seinni um pláss eru eftir), sí umsóknarblað


- Bygnaður
    :: Skeið og bachelorritgerð. Flestu skeið telja 10 ECTS hvørt og ritgerðin 15 ECTS.
    :: 2 ár við grundfakum – summi kravd, onnur valfrí; tey lesandi velja raðfylgjuna sjálvi.
:: 1 ár við høvi at leggja dent á ávís fak og evni.


- Krøv at koma inn á útbúgvingar
:: Miðnámsútbúgving ella samsvarandi fortreytir.


- Master 
    :: Ætlandi fáa tey, ið nú verða tikin upp, høvi at lesa Master í
    :: Samfelagsvísindum (alment masterprógv) 
    :: Søgu
    :: Stjórnmálafrøði
:: Løgfrøði


- Stakskeið  
    :: Eisini ber til at taka skeiðini sum stakskeið (gjaldsskeið)
    :: Stakskeið verða lýst so hvørt við ávísari freist. 
    :: Eru pláss eftir ber til at søkja upptøku líka til skeiðsbyrjan.  
    :: Stakskeið eru vanliga gjaldsskeið, men lesandi á Fróðskaparsetrinum og við samstarvsskúlar
       okkara aðrastaðni verða tikin inn ókeypis.