Lestrarvegleiðing á Sjúkrarøktarfrøðideildini
07.12.2017
Til lesandi Deildin fyri Heilsu- og Sjúkrarøktarvísindi
Skriva út

Lestrarvegleiðing á Sjúkrarøktarfrøðideildini

Høvuðsendamálið sum lestrarvegleiðari er at  viðvirka til at lesandi fáa sum mest burturúr og bestu læruumstøður at útinna útbúgvingina innanfyri ásettu tíðina.


Starvið, sum lestrarvegleiðari inniheldur millum annað:

  • saman við lesandi viðvirka til, at tey nema sær gagnligar lestrarvanar
  • veita vegleiðing í lestrarfakligum og persónligum viðurskiftum, sum hava samband við lesturin
  • hava eitt “rúm” í trúnaði, har lesandi kunnu tosa um privatar, persónligar orsøkir, sum ávirka lestrartíðina
  • saman við tí lesandi bøta um trupulleikar, ið kunnu stinga seg upp í lestrartíðini, t.d. lestrarmøði og onnur viðurskifti, ið kunnu ávirka lesturin so sum farloyvi
  • kunna lesandi um formligu karmarnar í útbúgvingini, krøv og útbúgvingarmøguleikarnar hjá tí einstaka, tá ið lesandi av onkrari orsøk hevur verið burtur í lestrartíðini
  • at leggja til rættis og fremja lærustuðlandi tiltøk til lesandi
  • samstarva við lestrarvegleiðarar á øðrum útbúgvingum á Setrinum, og øðrum útbúgvingarstovnum innan- og uttanlands
  • undirvísa í lestrar-, lesi- og notatteknikki
  • kunna um útbúgvingina, upptøkutreytir og starvsmøguleikar
  • at upplýsa umsøkjarar um krøvini til útbúgvingina samanborið við fortreytirnar hjá tí einstaka
  • upplýsa um yrkismøguleikar innan- og uttanlands, umframt serútbúgvingar og víðariútbúgvingar

Sum liður í at fáa innlit í, hvussu  lesandi trívast, er føst mannagongd at hava trivnaðarsamrøður. Í hesum døgum eru lesandi, sum byrjaðu í august í ár, boðin til trivnaðarsamrøðu einsæris. ½ tími eru settur av til hvønn lesandi. Endamálið er, at lesandi seta orð á sína egnu lærutilgongd, sum t.d. hvussu tey trívast, teirra væntanir til fakið, teirra egna íkast, uppliving av bólkaarbeiði, lesturin sum heild o.s.fr. Umframt hetta fáa tey innlit og kunning um arbeiðsøkið hjá lestrarvegleiðaranum.