Lestur uttanlands førir til hægri løn
29.11.2017
Altjóða Skrivstovan Til lesandi
Skriva út

Lestur uttanlands førir til hægri løn

Ein kandidatritgerð frá Københavns Universitet rør nú framundir, at tað fíggjarliga kann loysa seg at taka ein part av lestrinum uttanlands.


Um tú sum lesandi ynskir at fara uttanlands sum skiftisnæmingur, er tað so vert alt stríðið?

Tú skalt fáa góðkenningar til vega, vera burtur frá maka, vinum og familju, og flyta, fyri at fara á lestrarferð á ókendum víddum..

Men ein kandidatritgerð frá Københavns Universitet rør nú framundir, at tað fríggjarliga kann loysa seg at taka ein part av lestrinum uttanlands.

Emil Regin Brodersen hevur lisið búskaparfrøði á Københavns Universitet, og hann skrivaði í síni kandidatritgerð um búskaparlesandi, sum fóru uttanlands sum skiftisnæmingar á eliteuniversitetum, og sum so seinni fingu munandi hægri løn. Íblásturin til at skriva eina uppgávu sum mátar úrslitið av lestrarskeiðum uttanlands kom tá Emil Regin Brodersen sjálvur var í Berlin sum skiftisnæmingur. Hann ynskti at vita um hann, og onnur í somu støðu, fóru at fáa fíggjarligan ágóða av skiftisskeiðnum.

Ritgerðin kannar avleiðingar av skiftisskeiðum uttanlands hjá búskaparlesandi, og deildarstjórin hjá Københavns Universitet kundi nú hugsað sær at fingið kanningina víðkaða til fleiri lestrarleiðir.

Emil Regin Brodersen arbeiðir í dag hjá danska fíggjarmálaráðnum, men hann hevur gjørt eina avtalu við Københavns Universitet, um at hann hevur gjørt ein samandrátt av ritgerðini, tí evnið er sera áhugavert fyri fleiri deildir á lærustovninum. Samandrátturin kom út 1. oktober og kann lesast her.

Kanningin hjá Emil Regin Brodersen gevur ábendingar um at lesandi, sum hava verið uttanlands, kunnu vinna sær 600.000 meira í løn fyrstu átta árini, eftir tey eru vorðin cand.polit. Greiningin vísir, at tað serliga er skiftisskeið á lærustovnum á top 100 listanum hjá Times Higher Education frá 2016 (tá lá Københavns Universitet á 120. plássi), og tað bendir tí á at lønarvøksturin serliga er grundaður á fakligheit, og ikki líka nógv á málsligar og altjóða mentanarligar førleikar, skrivar Emil Regin Brodersen í samandráttinum.
Hann viðgongur tó, at nøkur øki kunnu vera torfør at máta, t.d. hvørji lesandi fara uttanlands, og bólkurin ið hann hevur kannað, umfatar bert búskaparlesandi, so tí kann tað vera torført at leggja ov stóran týdning í úrslitini.