marnar-f-kristiansen-miðlaheiðursløn.jpg
Jón Brian Hvidtfeldt, formaður í Føroyskum Miðlafólki, gav Marnari Fríðheim Kristiansen, lækna og ph.d.-lesandi, ársins miðlaheiðursløn á vísindavøkuni fríggjadagin (Foto: Ólavur Frederiksen/Granskingarráðið)
Brynhild Thomsen
27.09.2021
Setrið
Skriva út

Letur peningin til COVAX

Á vísindavøkuni 24. september varð kunngjørt, at Marnar Fríðheim Kristiansen, lækni og ph.d.-lesandi á Setrinum, fekk ársins miðlaheiðursløn fyri sítt áhaldandi kunningararbeiði undir koronufarsóttini

- Eg vil fegin, at peningurin verður latin COVAX-samstarvinum, segði Marnar Fríðheim Kristiansen, tá hann fekk heiðursløn á vísindavøkuni fríggjadagin fyri sítt stóra almenna kunningararbeiði í sambandi við koronu.

COVAX er samstarv millum WHO, UNICEF, CEPI og GAVI um at fáa koppsetingar út í øll heimsins lond, eisini tey, sum ikki hava so góð ráð at keypa.

Fleiri góð uppskot vóru innkomin, sum dómsnevndin skuldi viga, og í nevndini vóru Jón Brian Hvidtfeldt, Ingi Højsted og Dagmar Joensen Næs umboðandi Føroysk Miðlafólk, Fróðskaparsetrið og Granskingarráðið..

Við heiðurslønini fylgir ein gáva upp á 5.000 krónur.

Jón Brian Hvidtfeldt segði, at dómsnevndin metir, at Marnar Fríðheim Kristiansen á fyrimyndarligan hátt lýkur krøvini til heiðurslønina.

- Hann hevur lagt nógva orku í gransking av koronufarsóttini, síðani hon rakti landið á vári í fjør. Umframt at granska sjálvur, hevur hann tikið vitan frá aðrari gransking til sín og er farin út til almenningin við sínari vitan, segði hann.

- Marnar hevur verið nógv frammi í miðlunum við nýggjastu vitanini og hevur verið íðin at víst aftur falskunning um koronu. Hann hevur eisini tikið stig til beinleiðis ráðgeving á facebook, har hann saman við øðrum læknum hevur svarað ivamálum hjá fólki aftur við hollari vísindaliga grundaðari vitan.

Granskingarráðið hevur fingið fleiri tilmælir um at geva Marnari Fríðheim Kristiansen miðlaheiðurslønina í ár, og felags fyri tey er, at fólk nevna hansara evni at greiða frá torskildum evnum og at átakið á facebook hevur verið fakliga neyðugt í meldrinum af ófakligheit og konspiratiónsteorium.

Eisini varð nevnt, at Marnar hevur verið fyri grovum atfinningum og hóttanum fyri sítt kunningararbeiði, sum tó ikki hava fingið hann at gevast.

Í takkarrøðu sínari takkaði Marnar Fríðheim Kristiansen sínum starvsfeløgum, sum eisini eru partur av fb-bólkinum.

- Eg eri bæði errin, ovfarin og glaður fyri hesa viðurkenning, segði hann.

- Takk til Gunnhild, Jeaneth, Ronju og Guðrun, sum eru hinir læknarnir í "Spyr ein lækna um korona", sum eisini eiga stóran part av hesari viðurkenningini!

Síðani segði hann, at peningurion skuldi latast til COVAX-samstarvið.

- COVAX-samstarvið kann nýta peningin til koppsetingar í londum, har koppseting enn vantar. Heimsfarsóttin verður ikki av, fyrr enn øll lond í heiminum hava atgongd til koppingarevni. Vit eiga at tryggja, at eisini tey lond, sum í dag ikki hava atgongd til koppingarevni, fáa tað. Bæði teirra vegna, men eisini fyri okkara skyld, segði hann.

Til ber hjá øllum at lata stuðul beinleiðs til koppsetingar her.

Vit ynskja Marnari Fríðheim Kristiansen, sum lesur ph.d. her á Setrinum, hjartaliga til lukku við heiðurslønini, sum er so sera væl uppiborin!

Hesi hava áður fingið heiðurslønina:

2012 - Dorete Bloch
2013 - Pál Weihe
2014 - Kári Sólstein
2015 - Bogi Hansen
2017 - Jens-Kjeld Jensen
2018 - Magni Mohr
2019 - Lis Mortensen
2020 - Debes Christiansen