Leygardagin 5. mai er altjóða fuglateljing
03.05.2018
Til lesandi Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Leygardagin 5. mai er altjóða fuglateljing

Talt verður eisini í Føroyum. Hendan dagin fara fólk kring allan heim at telja fugl og skráseta úrslitini á heimasíðuni eBird.


Tiltakið er heimsins størsta “citizen science-verkætlan”, har leikfólk eru høvuðsluttakarar. Fróðskaparsetrið er eisini við í tiltakinum, og heitt verður á allar føroyingar um at luttaka.

e-Bird er ein altjóða heimasíða, sum verður nýtt til at skráseta fugl kring alla heim. Heimasíðan er gjørd av og verður rikin av Cornell Universitetinum i USA. Á síðuni kann ein skráseta, hvørji fuglasløg eru sædd, nær tey eru sædd og hvussu nógvir fuglar vóru. Øll, ið eru áhugað, kunnu ókeypis fara inn á síðuna. Har sært tú, hvørji fuglasløg eru sædd í ávísum økjum, og tú kanst eisini skráseta, hvat tú sjálvur hevur sæð.

Tú kanst lesa meira um eBird HER .

SKRÁSETING AV FUGLI
Teir skrásettu upplýsingarnir um fuglin verða eisini brúktir til gransking, tí verða ávís krøv sett. Hetta fyri at tryggja, at skrásetingarnar veruliga eru rættar, so at fólk ikki av misgáum ella manglandi kunnleika skráseta skeivt, annaðhvørt undir skeivum navni ella fuglasløg sum als ikki eru í hesum økinum. Hetta verður gjørt við sjálvvirkandi filtrum, sum eru løgd inn í skipanina. í summum førum er eisini neyðugt, at fólk fara inn at eftirkanna, at talan er um rætta fuglaslagið.

Tá fólk tí skráseta “sjáldsamar gestir” á eBird, er neyðugt at tey neyvt kunnu grundgeva, at talan veruliga er um hetta fuglaslagið. Besti mátin er við myndum, men tekningar ella neyvar frágreiðingar kunna eisini brúkast til at lýsa fuglaslagið.

LÆTT AT BRÚKA eBird
Tað er lætt at brúka heimasíðuna “eBird”

  1. Byrja við at gera tín egna vanga (profil) á heimasíðuni.
  2. Tá tú næstu ferð fer ein gongutúr, gev tær so far um, hvørji fuglasløg tú sært á ymsu støðunum. Set eina løtu av og tel og hvussu nógvir fuglar eru av hvørjum slagi. Tíðarskeiðið, har talt verður, kann vera frá nøkrum fáum minuttum til nakrar tímar.
  3. Skráset tað tú hevur sæð á heimasíðuni eBird. Í skipanini er ein listi við føroyskum fuglanøvnum. Tí er ikki neyðugt at kenna tey donsku, ensku ella latínsku fuglanøvnini fyri at skráseta, tað tú hevur sæð.

STÓRUR ÁHUGI FYRI FØROYSKUM FUGLI
Tað eru nógv fólk í Føroyum, sum hava áhuga fyri fugli, hygg bara at facebook-síðuni “Fuglar í Føroyum”. Tað eru eisini fleiri granskingarverkætlanir um føroyskan fugl, serliga um sjófugl. Av tí at Føroyar liggja fjarskotnar, mitt í Norðuratlantshavinum, kunnu fuglateljingar í Føroyum siga nógv um støðuna hjá fuglinum í hesum økinum. Tað eru eisini nógvir ferðafuglur, sum flýgur framvið Føroyum, bæði vári og heysti. Við at skráseta ferðafuglar í Føroyum, kunnu vit koma við týðandi upplýsingum um ferðingamynstrið og hvussu hesi fuglasløgini annars liva.

Á hesi leinkjuni sært tú hvat er skrásett í Føroyum.

FLEIRI FØROYINGAR ÁTTU AT LUTTIKIÐ
Higartil eru tað næstan 400 000 fólk kring allan heim, sum hava skrásett fuglar í eBird. Av hesum eru 54 fólk úr í Føroyum. Higartil hevur tað mest verið ferðafólk, ið hava skrásett fuglar í Føroyum, men vónandi fer hetta tiltakið at fáa fleiri føroyingar at skráseta fugl á heimasíðuni eBird.

Jú fleiri taka undir við hesum tiltakinum, tess meira vitan fáa vit um fuglalívið í Føroyum; eitt nú, hvørji fuglasløg eru her, hvar tey ymisku sløgini halda til, nær tey koma og fara, um stovnarnir eru í vøkstri ella minking, um føroysku stovnarnir fylgja sama mynstri sum aðrastaðni í Norðuratlantshavinum og hvussu tey ymisku sløgini verða ávirkaði av bæði lokalum og alheims viðurskiftum.

ALTJÓÐA FUGLADAGUR
Síðani 2015 hevur eBird á hvørjum árið skipað fyri “Global Bird Day”, sum er fyrsta leygardag í mai. Í ár er sostatt fjórðu ferð, at dagurin verður hildin. Henda dag telja og skráseta fólk kring allan heim.

í 2017 luttóku fleiri enn 20000 fólk í tiltakinum og skrásettu tilsaman 6.659 ymisk fuglasløg kring allan heim. Í Føroyum hevur árið 2016 higartil verið tað besta. Tað árið vóru 63 fuglasløg skrásett í Føroyum.

Úrslitið frá hesi teljingini sæst á hesum leinkinum

VER VIÐ!
Vit vilja heita á fólk um at luttaka. Fyri tey, ið eru áhugað í fugli, men ikki kenna so nógv sløg, verður skipað fyri “fuglatúrum” við fuglakønum fólki ymsastaðni kring landið leygardagin 5. mai, har øll kunnu luttaka.

Stað og tíð verður lýst á Facebook-síðuni “Fugladagur 2018”. Luttakarar syrgja sjálvir fyri flutningi, og skulu vera í heitum klæðum og hava mat, drekka og kikara við sær. Eisini er hent at hava myndatól við og okkurt at skriva á.