07.04.2010
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Leys størv á Søgu- og samfelagsdeildini

Á Søgu- og samfelagsdeildini eru tvey parttíðar (20%) granskingar- og undirvísingarstørv í løgfrøði leys at søkja.


Størvini verða sett sum fyribils avloysarastørv í eitt kalendaraár í senn.  Tey settu skulu virka innan løgfrøðiliga gransking og útbúgving á deildini.

Starvsøki

Granskingarparturin verður samskipaður við verandi gransking deildarinnar og serøki umsøkjarans.  Starvið ber í sær gransking, undirvísing og fyrisiting.

Førleikakrøv

Umsøkjarar skulu minst hava kandidat- ella masterútbúgving í løgfrøði ella samsvarandi.  Fyrimun hava umsøkjarar, sum hava granskað í føroyskum viðurskiftum.
Innanhýsis metingarnevnd verður sett at meta um førleikarnar hjá umsøkjarunum.
Starvið verður lønt sambært yrkisfelagssáttmála.

Umsókn

Umsóknarfreistin er 1. mai 2010.

Størvini verða sett 1. juli 2010 ella skjótast til ber. Størvini ganga út 31. desember 2010, men kunnu endurnýggjast eitt kalendaraár í senn.

Nærri upplýsingar um størvini fáast við at venda sær til fyrisitingarstjóran, Rúnu Hjelm, ella til rektaran, Jóan Paula Joensen.

Upplýsingar um virksemið á Fróðskaparsetrinum eru at finna á heimasíðuni: www.setur.fo.

Umsóknir saman við avriti av próvskjølum, CV, skrá yvir granskingarvirksemi, skrivligum og prentaðum vísindaritum skulu sendast Fróðskaparsetrinum.

FRÓÐSKAPARSETUR FØROYA
J. C. Svabos gøta 14
Postrúm 272
110 Tórshavn
www.setur.fo