20.05.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lindbergs Hús gerast karmur um grøna gransking

Ætlanin er at Lindbergs Hús gerast ein nágreinilig stakkanning (case study) av, hvussu eini eldri hús [í hesum føri frá 1967] kunnu fáast so burðardygg og umhvørvisvinarlig sum gjørligt – soleiðis at til ber at vísa á tey sum eitt dømi um møguleikarnar fyri komandi grøna orkuskiftið. Ætlanin er samstundis eisini, at henda stakkanning skal gerast sum eitt samstarv ímillum Fróðskaparsetur Føroya, Tekniska Skúla, Tórshavnar Kommunu, stovnar og vinnuna annars.


Lindbergs Hús vórðu í 2000 givin Fróðskaparsetri Føroya í arv eftir Pól J. Lindberg. Húsini hava síðani tá verið nýtt til lestraríbúðir.
1. apríl varð gongd sett á verkætlan um at endurnýggja húsini. Húsini skulu nútíðargerast, so at tey  gerast so burðardygg og umhvørvisvinarlig sum til ber, samstundis sum tey eisini skulu vera tøkniliga framkomin. Lindbergs Hús eru nú, umvegis West Nordic Studies, eisini partur av einari størri verkætlan um grøna umstilling, sum University of the Arctic samskipar. Tað vil siga, at ætlanin er, at húsini gerast partur av einum kervi av grønum húsum í NORA-økinum og Arktis. Ætlanin er tó, at Fróðskaparsetur Føroya byrjar við at samstarva við hóskandi feløgum frá vinnuni og stovnum í Føroyum.
Ætlanin er, at Lindbergs Hús gerast ein nágreinilig stakkanning (case study) av, hvussu eini eldri hús [í hesum føri frá 1967] kunnu fáast so burðardygg og umhvørvisvinarlig sum gjørligt – soleiðis at til ber at vísa á tey sum eitt dømi um møguleikarnar fyri komandi grøna orkuskiftið. Ætlanin er samstundis eisini, at henda stakkanning skal gerast sum eitt samstarv ímillum Fróðskaparsetur Føroya, Tekniska Skúla, Tórshavnar Kommunu, stovnum og vinnuna annars.
Ynski er, at til ber at máta og granska í øllum sum fer inn - og kemur út úr húsinum – og samstundis hava, við sensorum og tólum, eftirlit við teimum, soleiðis at dátur kunnu savnast inn um tey. Verkætlanir kunnu til dømis granska í: Bjálving, tættleika, orkunýtslu, skrelli, spillvatni, spillhita, inniluft, luftskifti, bygningstilfari, vakstrarhúsið (í havanum), burturkast (í samband við umvæling), fukti, “Smart House”-loysnum  – og ikki minst hvussu íbúgvarnir kunnu eggjast til at fara betur um umhvørvið.
Vónandi kunnu næmingar, lærarar, vinnan og stovnar koma saman um at royna ymiskar verkætlanir, ið betra um okkara felags vitan v.v. grønari orku. Ætlanin er síðani, at hendan vitan skal kunna miðlast til allar borgarar á ein einfaldan og nýtiligan hátt.
Lindbergs Hús gerast á henda hátt bæði lestraríbúðir, karmur um gransking, framløguhøli, framsýningarhús har til ber hjá næmingum og almenninginum at vitja og læra um loysnir og royndir.
Fíggjarlig og teknisk hjálp skal í stóran part koma frá samstarvsfeløgum, grunnum og frá stuðlum annars. Longu er stórur áhugi frá fyritøkum, stovnum og fleiri av deildunum á Fróðskaparsetur Føroya um at gerast partur av verkætlanini. Til dømis hevur Tórshavnar Kommuna tillutað húsunum peningagávu til byrjan av verkætlanini.
Vit vilja við hesum bjóða øllum á Setrinum at vera við til at seta sín dám á Lindbergs Hús. At koma saman um styttri ella longri - minni ella størri verkætlanir.

www.torshavn.fo/Default.aspx
setur.fo/um-setrid/fyrisiting/lindbergs-hus/

Samband:  Martin Mohr Olsen: MartinO@setur.fo og Lau Blaxekjær: Laub@setur.fo