Lingua Nordica - Lingua franca
Fyrst í oktober luttók Hjalmar P. Petersen á ráðstevnu í Íslandi, sum snúði seg um at nýta norðurlendsku málini í samskifti millum norðbúgvar.
Hjalmar P. Petersen luttók fyri Føroyamálsdeildina á ráðstevnuni Lingua Nordica - Lingua franca, har hann hevði fyrilestur um føroyskt-danskt málamót. Ráðstevnan varð hildin á Stofnun Vigdísar Finnbogadóttir við Háskóla Íslands.
Ætlanin við ráðstevnuni var, umframt at granskarar skifta orð um málamót, at fara undir eina norðurlendska verkætlan um internorðurlendskt samskifti. Tað eru tær báðar Auður Haukdóttir og Birna Arnbjörnsdóttir, sum hava staðið fyri hesum. Verður hetta veruleiki, kann farast undir m.a. at gera orðabøkur, sum vísa mun og líkleikar millum fastar orðingar í teimum norðurlendsku málunum, sonevndar frasologiorðabøkur. Hetta arbeiðið er longu byrjað, og úrslitið er lagt út á leinkinum www.frasar.net. Her eru frasur, orðatøk, kollokatiónir, fastar orðingar, fyrisetingarfrasur m.a. at finna.
Ætlanin er eisini at fara undir at nýta meira KT í undirvísingini, og her hava íslendingar ment eitt forrit: icelandic online. Onlineundirvísing er ikki av ongum týdningi í einum føroyskum samanhangi, eitt nú har ið talan er um at geva frálæru fyri útlendingar.
- 27.11.2024 Setrið SetursskrivstovanÁrsfrágreiðing 2023 um gransking á SetrinumTrivaliga ársfrágreiðingin um gransking á Fróðskaparsetri...
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...