Mynd 3.jpg (1)
02.02.2020
Setrið Námsvísindadeildin Til lesandi
Skriva út

Linjuval á Námsvísindadeildini

Mánadagin 27. januar var skipað fyri felags kunningartiltaki um linjuval á Námsvísindadeildini.

Skipanin við linjulestri gevur tí einstaka lesandi møguleikan at skraddaraseyma sína egnu útbúgving og skapa sær ein fakligan profil.

Læraraútbúgvingin er skipað á tann hátt, at tey lesandi á fyrsta, øðrum og triðja ári árliga skulu velja eina linju, sum tey fáa fakligan og didaktiskan kunnleika í at undirvísa í føroyska fólkaskúlanum.

Hetta ger seg eisini galdandi á námsfrøðingaútbúgvingini, har tey lesandi á øðrum ári árliga skulu velja sær tríggjar linjur sum sergreinar.

Tiltakið byrjaði við felags kunning frá dekani og útbúgvingarleiðslu. Eftir hetta fingu tey lesandi høvi at vitja ymsar básar og nema sær kunning frá undirvísarum, sum umboða tær ymsu linjugreinarnar.

Millum teirra, ið luttóku á tiltakinum vóru Eli Reynskor og Eva Maria Brynhildardóttir, sum eru fyrsta- og triðjaárslesandi á læraraútbúgvingini. Vit spurdu Eli og Evu Mariu, hvørjar tankar tey hava gjørt sær í sambandi við linjuvalið:

Eli Reynskor: “Tey ivamál og teir tankar, sum eg havi gjørt mær í samband við linjuvalið eru, um eg skal velja linjur, sum gera meg breiðari fakliga. Ella øvugt, skal eg heldur velja út frá tí, sum eg brenni fyri? T.e. linjur, sum gera, at eg verið enn sterkari á ávísum øki, sum eg longu havi royndir í, og sum eg havi verið áhugaður í, síðan áðrenn eg byrjaði at lesa. Hinvegin hugsi eg eisini, um eg skal velja lærugreinar, sum hava tørv á lærarum, og sum kunnu tryggja mær eitt starv eftir loknan lestur. T.d. hevur verið hoyrt, at lærarar mangla í Alis- og Evnafrøði. Enn havi eg ikki tikið endaliga støðu, men eg umhugsi at velja linjurnar danskt, landafrøði, støddfrøði ella tónleik”´-  

Eva Maria Brynhildardóttir: Eg minnist frá teimum undanfarnu árunum, at eg hugsaði meg væl um, tá eg skuldi velja eina linju. Í ár er einki undantak, og hetta er eisini triðju og seinastu ferð, at eg skal velja eina linjugrein á Námsvísindadeildini. Eg eri glað fyri tær linjurnar, sum eg havi valt undanfarnu árini, men í ár vónaði eg tó, at tað vóru aðrar linjugreinar, sum vóru tøkar. Vit hava eina ímynd av, hvørjar linjur vit ynskja at hava, áðrenn byrjað verður at lesa til lærara. Men av tí at tað ikki eru allar linjugreinar, sum ganga aftur hvørt ár, er valið avmarkað, og vit mugu velja og vraka. Tað er altíð ein torfør avgerð, og vónandi taki eg røttu avgerð aftur í ár”.

Lestrarárið 2020-2021 verða hesar linjur bodnar út á Námsvísindadeildini:

Læraraútbúgvingin

Týskt, landafrøði, dansk, kristnikunnleiki, tónleikur, náttúra og tøkni, handarbeiði, støddfrøði, sernámsfrøði, skúlabúgving/innskúling.

Námsfrøðingaútbúgvingin

Smábarnafrøði, kreativ námsfrøði, heilsa, kroppur og rørsla, náttúra og mentan, sernámsfrøði, skúlabúgving/innskúling, námsfrøðilig leiðsla.

Eli Reynskor, læraralesandi á fyrsta ári.

Linjuval á NÁD

Kunning um linjuval á Námsvísindadeildini 2020.

Birita Arge, undirvísari, kunnaði um linjuna smábarnafrøði.

Annika Antoniussen, útbúgvingarleiðari, kunnaði um linjuna skúlabúgving og innskúling.