Bárður Niclasen
12.08.2008
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Lív á Mars - og tó

Søgur hava gingið, eisini í føroyskum miðlum, um at eitt gjøgnumbrot hevur verið í leitanini eftir lívi á Mars. Hesar søgur hava fingið NASA at biða fólk um at sissast, tí enn er ógreitt hvussu úrslitini skulu tulkast.


Tað, sum Mars-sondan Phoenix hevur funnið, er eitt slag av evnum, ið kallast perchloratir. Hesi evni eru sterkir antioxidantar og finnast millum annað í kunsttøðum. Tað áhugaverda er, at man veit um ávísar mikroorganismur, ið eru førar fyri at útvinna orku við at niðurbróta ávís sløg av hesum evnum. Slíkar verur liva eitt nú í tí sera turru Atacama oyðimørkini í Chile. Tískil kann tað hugsast, at hesi evni kundu verði fyrsta liði í einari føðiketu á Mars.

Tað, ið hinvegin fær granskarar at mana til ró, er, at perchloratir kunnu vera eitrandi, alt eftir hvat fyri onnur evni tey eru knýtt at. Tískil mugu meira nágreiniligar kemiskar kanningar gerast, áðrenn nøkur greið niðurstøða kann gerast um hvussu perchloratir ávirka møguleikan fyri lívi á Mars.