Lívfrøðiútbúgving á Fróðskaparsetri Føroya
Lívfrøðiútbúgvingin er ein spennandi útbúgving, sum gevur tær eina breiða vitan um lívfrøði.
Útbúgvingin er skipað eftir altjóða leisti, men sum nakað serstakt er føroyska náttúran ein náttúrligur partur í útbúgvingini. Hevur tú áhuga fyri dálking, vilt tú finna nýggjar hættir at nýta føroyska tilfeingið ella undrast tú á, hví summi fáa krabbamein?
Setrið bjóðar tríggjar ymsar lestrarleiðir innan lívfrøði: Lív-vistfrøði, Havlívfrøði og Mýlska lívsvísindi. Eftir trý ár fært tú bachelorprógv, sum gevur tær fleiri arbeiðsmøguleikar og høvi til at lesa víðari til master (M.Sc.). og ph.d.
Hví lesa lívfrøði í Føroyum?
Umhvørvið í Føroyum er sermerkt, tí serligu føroysku náttúruviðurskiftini hava gjøgnum øldir ávirkað alt lív - bæði á sjógvi og landi. Í mun til onnur lond er stórur partur av vistskipanini framvegis ókannaður, hóast nógv serlig fyribrigdi eru verd at kanna.
Hvussu ber tað til dømis til, at føroyski starin og músin í Mykinesi og Nólsoy eru størri enn í grannalondunum, tá hetta er í andsøgn við regluna um, at djór í oyggjalondum eru minni enn í meginlondum? Og hvussu ber tað til, at toskurin á Føroya Banka veksur skjótari enn annar toskur í Norðurhøvum?
Tað eru nógvir áhugaverdir spurningar, sum tú kanst vera við til at svara, og kanska verður tað júst tín vitan og tínar kanningar, sum hava við sær, at vit betri kunnu gagnnýta tilfeingið ella leggja lunnar undir nýggjar, óroyndar vinnumøguleikar í Føroyum. Hetta er ein útbúgving, har tú veruliga kanst gera mun við tíni vitan.
Bachelorútbúgving
Bachelorútbúgvingin tekur 3 ár. Lesturin fyrsta hálvtannað árið umfatar grundleggjandi felagsskeið fyri tær tríggjar lestrarleiðirnar. Hesi líkjast skeiðunum, ið verða hildin á universitetum í øðrum Norðurlondum.
Útbúgvingin gevur hollar førleikar á fleiri økjum. Tú lærir at arbeiða yvirskipað við landsins livandi tilfeingi, tú fært dygga vitan og kunnleika um týdningarmestu lívfrøðiligu fakøkini, tú hvessir evnini at ogna tær nýggja lívfrøðiliga vitan á vísindaligum støði, tú fært førleikar at avmarka, seta fram og greina lívfrøðiligar spurningar og greiðsluevni, og loksins verða gávurnar at tulka rá kanningarúrslit og seta tey í eitt vinnuligt og samfelagsligt høpi stuðlaðar og styrktar.
Bachelorútbúgvingin endar við eini seruppgávu, har tey lesandi velja at arbeiða við einum evni, ið tey hava serligan áhuga fyri.
Nærri kunning um útbúgvingina er at finna HER
Umsóknarblað og leiðbeining til at søkja inn til lestur á Setrinum fæst HER
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...