Lívvirkin sambond hjá laksi
21.11.2014
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Lívvirkin sambond hjá laksi

Tað hevur leingi verið ásannað, at fiskur er sunnur og heilsugóður matur. Samstundis vita vit, at stórar mongdir av avlopstilfari koma frá fiskivinnuni. Hetta tilfarið verður annaðhvørt burturbeint ella brúkt til at gera vørur í lutfalsliga stórum nøgdum, men til lutfalsliga lágan søluprís, eitt nú djórafóður. Nýtist hetta at vera so?


Kring heimin er áhugi fyri at kanna, um avlopsvørur frá fiskivinnuni kunnu vera grundarlag undir vørum, sum hava størri virði enn djórafóður, til dømis vørur sum geva heilsuligan vinning hjá djórum og menniskjum.

Í eini ph.d. ritgerð, sum varð vard í summar, hevur Susan S. Falkenberg kannað ymisk sløg av lívvirkni frá skræðu, búki og táknum av laksi. Verkætlanin hevur verið framd í samstarvi millum matvørudeildirnar á DTU og Aarhus Universitet og Náttúruvísindideildina á Fróðskaparsetri Føroya.

Granskingargrunnurin hevur fíggjað part av verkætlanini.

Susan S. Falkenberg hevur í sínum ph.d.-arbeiði kannað fleiri sløg av mýlskum virksemi, sum hevur heilsuligar avleiðingar:

- Antioksiderandi virksemi, mátað sum burturtøka av einum ávísum oksiderandi mýli. Tað er almenn fatan, at eitt høgt stig av oksiderandi mýlum skaðar egnu mýlini í likaminum, og hetta ger, at likamið virkar verri, eldist skjótari og møguliga kann hetta elva til sjúku.

- Blóðtrýsttálmandi virksemi, mátað sum ACE-tálming (angiotensin-converting enzyme). Nógvur blóðtrýsttálmandi heilivágur virkar við ACE-tálming. Høgt blóðtrýst er sera vanligt  og verður millum annað sett í samband við vanda fyri heilabløðing og blóðtøppum í hjarta.

- insulin-javnandi virksemi, mátað sum DPP-4 tálming (dipeptidyl peptidase IV). DPP4-tálmarar verða í dag nýttir sum eitt av viðgerðarprinsippunum fyri diabetes 2.

Í vísindaligari grein sum Susan S. Falkenberg, Svein-Ole Mikalsen, Hóraldur Joensen, Jan Stagsted og Henrik Hauch Nielsen, nýliga hava fingið útgivið, verður serliga hugt at vatnloysiligum lutum í kókaðum og ókókaðum táknum, skræðu og búki. Kannað var, um hesir vatnúrdráttirnir vístu nakað lívfrøðiligt virksemi. Í vatnúrdráttunum varð einans antioksiderandi virksemi funnið. Fyri at kanna hetta virksemið neyvari vóru úrdráttirnir býttir í fleiri partar við einum hátti, sum kallast size exclusion kromatografi. Síðani varð antioksiderandi virksemið kannað aftur, fyri at finna teir partarnar, sum høvdu størst virksemi. Hesir partarnir vóru valdir til neyvari greining við massaspektrometri. Massaspektrometri kann geva okkum eina lýsing av mýlunum og í einstøkum førum eisini eyðmerkja tey.

Massaspektrometrigreiningarnar vístu, at flestu partarnir høvdu fleiri tíggjutals ymisk mýl og granskararnir hava lýst mýlini, sum mest var til av.  Einans trý mýl vóru eyðmerkt við stórari vissu, og hesi eru av slagnum, sum kallast peptidir.

Hóast tað ikki bar til at eyðmerkja hini mýlini, so bar til at staðfesta, at fleiri teirra vóru í ætt við hvørt annað evnafrøðiliga. Tað vóru tríggjar evnafrøðiligar ættir, sum vóru serliga greiðar í greiningunum.  Tá hesar tríggjar evnafrøðiættirnar høvdu so høgan títtleika í greiningunum, er freistandi at halda, at tær kunnu hava ein lut í antioksiderandi virkseminum í laksaúrdráttunum. Tað ber tó ikki til at staðfesta beinleiðis útfrá hesum arbeiðinum, at tað eru hesi mýlini, sum gera, at tað er sunt at eta laks.

Greinin kallast «Extraction and characterization of candidate bioactive compounds in different tissues from salmon (Salmo salar)» og er útgivin í  Open Access tíðarritinum International Journal of Applied Research in Natural Products og kann lesast her.

Statoil stuðlar rakstrinum av massaspektrumútgerðini hjá Fróðskaparsetri Føroya.

Les um ph.d.-verkætlanina, sum er partvís fíggjað úr granskingargrunninum, í Stuðulsyvirlitinum