Løgfrøði ella løgtøkni? – temadagur á Fróðskaparsetrinum
Mikudagin 22. oktober verður tiltak á Fróðskaparsetrinum við úrslitum frá spurnakanning og íblástri frá kendum løgspekingi. Professararnir Mike Karlsson og Kári á Rógvi fara at halda fyrilestrar og birta undir kjak.
Fróðskaparsetrið skipar á øðrum ári fyri masterlestri í Løgfrøði. Partur av útbúgvingini er at gestafyrilesarar koma at vitja Fróðskaparsetrið. Í heyst verður Mike Karlsson undirvísari í fakinum løgræði – the rule of law – har hugt verður eftir teimum stóru løgspekingunum frá Thomas Aquinas í 13. øld og fram í okkara dagar. Mike hevur verið professari í heimspeki á Háskóla Íslands og dekanur fyri løgfrøði á Háskólanum á Akureyri.
Mike fer at røða um evnið Løgfrøði ella Løgtøkni? Skulu tey lógkønu hava heimspekiliga og etiska fatan, ella er nóg mikið at duga teknikkin í galdandi reglum? Kjakið hevur áhaldandi verið, hvat lóg er, og hvat løgfrøðin ger? Er lóg annað enn at lesa kunngerðablaðið? Ella hvussu skal bera til at seta krøv um skilvísi og rættvísi, um fólk ikki semjast um hesi hugtøk?
Fyrilesturin hjá Mike Karlsson verður kl. 12 í Jónas Bronckgøtu 25. Á Akureyri er vanligt at savna løgfrøðiumhvørvið til middagsfund, so nýggjasta granskingin ella spennandi gestir koma umhvørvinum til góðar. Eftir væleydnaða fyrilesturin hjá Snorra Fjallsbak um frítíðarlógina 1. mai, vóna løgfrøðingarnir aftur at savna lógkøn, lesandi og onnur áhugað.
Um kvøldið fer Kári á Rógvi at endurtaka professarafyrilesturin frá setursdegnum 20. mai. Kári gjørdist í vár professari í løgfrøði og fer 1. november til Danmarkar at virka sum settur dómari í Eystara Landsrætti í 10 mánaðir. Setursdagin hugleiddi Kári um føroyska løgfrøði og rættarskipan, men hesaferð verður fyrilesturin nakað longri og betri pláss verður fyri kjaki.
Fyrr í vár framdi fyritøkan Lóður spurnakanning, ið Kári á Rógvi og Bárður Larsen, adjunktur í løgfrøði, skulu brúka sum grundarlag undir greinum um føroyska løgfrøði og rættarskipan. Tølini frá hesi kanningini verða kunngjørd. Spurt verður millum annað um, hvussu skipanir sum landstýrismálanevnd, umboðsmaður og kærunevndir rigga. Men hugt verður eisini at tørvinum fyri gransking og undirvísing í løgfrøði, umframt at sjálv dómstólaskipanin verður umrødd. Hvønn týdning hava hesir stovnar? Hvussu gongur at finna og brúka úrskurðir og annað tilfar frá teimum? Kunnu vit gera stovnarnar betri og meiri viðkomandi?
Fyrilesturin hjá Kára verður kl. 19 í Jónas Bronckgøtu 25. Til báðar fyrilestrarnar bjóða vit drekkamunn við onkrum afturvið; vit vóna at fólk nýta høvið at skifta orð um løgfrøði í verki og í gransking.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...