Kári á Rógvi
02.12.2011
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Løgfrøði í menning á setrinum

Í heyst hevur borið til at lisið løgfrøði fulla tíð á masterstigi.


Í heyst hevur borið til at lisið løgfrøði fulla tíð á masterstigi.

Søgu- og samfelagsdeildin beyð út fýra fak, kollektivan arbeiðsrætt (10 ECTS), kommunurætt (5), skattliga skuld (5) og brúkaralóg (10).

Harumframt var serskeið í at skriva ritgerð, umframt vegleiðing fyri føroysk lesandi uttanlands. Tí verða væntandi fleiri spennandi ritgerðir at síggja um føroysk evni.

Í samband við fakini vóru fleiri almenn tiltøk, harímillum hildu Niels Waage, danskur dómari, og Gísli Tryggvason, íslendskur brúkaraumboðsmaður, almennar fyrilestrar.

Í vár verður útboðið heldur minni, Grundskeið í lóg, sera vælumtókta fakið á bachelorstigi, og Fyrisitingarlóg á masterstigi - umframt møguliga okkurt styttri skeið.

Stóra talið av lesandi eru fólk ið vilja eftirútbúgving innan viðkomandi evni ella tørva lógkunnleika sum part av aðrari útbúgving.

Men fleiri taka eisini fak á Fróðskaparsetrinum sum part av útlendskari útbúgving, serliga cand. jur. í Keypmannahavn.

Verður undirtøka framhaldandi stór, er ætlanin at skipa masterútbúgving á Fróðskaparsetrinum, serliga ætlað fólki við aðrari akademiskari bakgrund, ið hava tørv á eftirútbúgving í løgfrøði og stjórnamálafrøði til tess at røkja fyrisitingarlig størv.