Løgfrøði í smáum løgdømum og samfeløgum
29.02.2016
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Løgfrøði í smáum løgdømum og samfeløgum

Fríggjadagin 4. mars skipar Søgu- og Samfelagsdeildin fyri almennum seminari í løgfrøði - Kára á Rógvi, professara sála, til minnis


Endamálið við seminarinum er at varpa ljós á løgfrøði og løgfrøðiútbúgving í smáum løgdømum og samfeløgum. Ymiskir tættir verða tiknir upp, tó at høvuðsdentur er á løgfrøðiútbúgving í smáum samfeløgum og á føroyskum arbeiðsrætti.
Luttakarar á seminarinum verða m.a. Hans Gammeltoft-Hansen, fyrrverandi umboðsmaður Fólkatingsins, Niels Waage, fyrrverandi gerðarrættardómari og dómari, Mikael M. Karlsson, adjungeraður professari á Fróðskaparsetri Føroya, og Jóan Pauli Joensen, professari emeritus á Fróðskaparsetrinum. Harumframt vera onnur føroysk og útlendsk lógkøn.
Tiltakið er alment, men tey, ið ætla at luttaka, mugu, við atliti at fyrireikingini, boða frá luttøku í seinasta lagi dagin fyri tiltakið. Hetta kann gerast umvegis teldupostin kristianj[at]setur.fo ella við at ringja á 29 26 05. 
Til ber hjá áhugaðum at koma til ávísa framløgu ella at melda seg til luttøku allan dagin.
Tiltakið verður í Auluni á Námsvísindadeildini (Læraraskúlanum), Frælsið 20, Tórshavn.
Í samband við tiltakið bjóða fyriskipararnir drekka og ábit í steðginum. Framløgurnar verða hildnar á tí máli, ið heitið er skrivað á í skránni. Eftir hvørja framløgu verður høvi at seta røðaranum spurningar.


Skrá
Kl. 11.00 – Bárður Larsen: Væl komin
Kl. 11.05 – Bárður Larsen: Týdningurin av serføroyskari løgfrøðiútbúgving
Kl. 11.30 - Mikael Karlsson: Legal Education
Kl. 12.00 – Erling Isholm: Løgsøga og MA í Lóg
Kl. 12.30 – Ágúst þór Árnason: Global legal education in the periphery: The Akureyri experiment
Kl. 13.00-13.30: Steðgur
Kl. 13.30 – Niels Waage: Kollektiv arbejdsret som et færøsk særanliggende
Kl. 14.00 – Halgir Winther Poulsen: Føroyskur arbeiðsrættur og Fasti Gerðarættur
Kl. 14.30 – Jóan Pauli Joensen: Etnologiskar hugleiðingar kring siðvenjur, lóg og Grundlóg
Kl. 15.00 – Andrass Arge: Lógkønur óðalsmaður
Kl. 15.30 – Hans Gammeltoft-Hansen: Forholdet mellem forvaltningsprocessen og den materielle forvaltningsret