06.07.2011
Søgu- og samfelagsdeildin
Skriva út

Lóg á Setrinum

Nú ein dagin hittust løgfrøðingar, sum undirvísa á Fróðskaparsetrinum. Setrið bjóðar út fak á ymsum stigi og í mongum ymsum evnum. Sjey løgfrøðingar eru knýttir at Setrinum.


Tilsamans er talan um hálvt annað ársverk, harav eru sett lektari fulla tíð og adjunktur hálva tíð. Men nú lektarin er farin niður í hálva tíð og adjunkturin er í barsilsfarloyvi, eru tríggir avloysarar parttíðarsettir, umframt at tveir tímalærarar undirvísa á stakskeiðum.

Útboðið hjá Fróðskaparsetrinum er fjølbroytt og fevnir um hesi skeið:

- grundskeið í lóg, partur av samfelagsútbúgvingunum á Søgu- og samfelagsdeildini, eisini sera væl umtókt sum stakskeið og eftirútbúgving
  - ALS-lóg, serskeið í arbeiðsloysisskipan, partur av diplomútbúgving í almannafyrisiting
  - føroyskur kollektivur arbeiðsrættur, masterskeið (á skrá í heyst)
  - føroyskur skattarættur, masterskeið um føroyska skattalóg og -fyrisiting alment
  - skattl viðgerð av vinnuskuld, masterskeið (á skrá í heyst)
  - føroysk fiskiveiðirættindi í altjóða lóg, masterskeið
  - føroysk fyrisitingarlóg, masterskeið
  - brúkaralóg, masterskeið, (á skrá í heyst)
  - kommunulóg, masterskeið, (á skrá í heyst)
- revsiættur og mannrættindi, masterskeið



Vónin er, at til ber sum frá líður at skipa masterfakini í sjálvstøðuga masterútbúgving. Nógv tey flestu taka tó masterfakini sum eftirútbúgving ella sum part av aðrari útbúgving, t.d. master í stjórnmálafrøði á Fróðskaparsetrinum ella cand. jur. á Københavns Universitet. 


Les meiri um útbúgvingarnar á Søgu- og samfelagsdeildini her