21.09.2007
Skriva út

Lógaruppskot til hoyringar

Lógaruppskot um Føroya Lærda Háskúli er nú sent Fróðskaparsetrinum til hoyringar.


Lógaruppskot um Føroya Lærda Háskúli er nú sent Fróðskaparsetrinum til hoyringar. Viðheft er lógaruppskot til nýggja felags lóg fyri Setrið, Læraraskúlan og Sjúkrarøktarfrøðiskúlan til hoyringar. Freistin fyri skrivliga viðmerkingar er 4. oktober. Hoyringsfundur verður í Mentamálaráðnum 5. oktober fyri umboð vegna stovnarnar.

Starvsfólk og studentaumboð eru bjóðað til morgunmatarfundar á Søgu- og samfelagsdeildini í Jónas Broncksgøtu

mánamorgunin 24. september kl. 9.30, 

har rektarin og setursskrivarin koma at kunna um uppskotið og um hvussu hoyringin á Setrinum verður skipað.

UppskotTilLogFoeroyaLaerdaHaskuli.pdf