Løgmenn kunnaðir um sjóvarfalsorku
30.08.2011
Náttúruvísindadeildin
Skriva út

Løgmenn kunnaðir um sjóvarfalsorku

Fyrrapartin týsdagin vórðu ráðsformennirnir í Hetlandi, Orknoyggjunum, Hebridunum og løgmaður í Føroyum kunnaðir um kanningarnar av sjóvarfalsorku á fundi hjá SEV.


Í samband við at Kaj Leo Holm Johannesen, løgmaður, hevur havt vitjan av starvsfeløgunum hjá sær í Hetlandi , Orknoyggjunum og Hebridunum, var fundur á høvuðskrivstovuni hjá SEV.  Endamálið var at fáa kunning um, hvørjar grønar útbyggingar SEV hevur framt og hevur ætlanir um at fremja.

Á fundinum greiddi Bárður Á. Niclasen, granskari á Náttúruvísindadeildini, frá kanningunum av  sjóvarfalsorku á Landgrunninum, sum Náttúruvísindadeildin hevur framt seinastu árini. Fyri SEV greiddi Terji Nielsen, verkætlanarleiðari, frá um vatn- og vindorkuútbyggingunum hjá elfelaginum higartil, og hvørjar ætlanir felagið hevur á hesum øki.

Grannaoyggjarnar hjá okkum fyri sunnan eru at meta sum altjóða høvuðsstøð fyri menning av sjóvarfalsorku. Í løtuni verður ymsar sjóvarfalsmyllur royndar í sjónum hjá teimum. Í hesum arbeiðinum hevur granskingarstøðin, European Marine Energy Center, vanliga stytt EMEC sera stóran týdning. EMEC er ein royndarstøð fyri bæði alduorkuverk og sjóvarfalsorkuverk, ið fleiri lond í Evropa eru gingin saman um at menna á Orknoyggjunum.

Meira um vitjanina og fleiri myndir eru á heimasíðuni hjá SEV (www.sev.fo)