Longd freist at søkja inn á West Nordic Studies
Enn eru nøkur pláss eftir á einastu enskmæltu útbúgvingini á Fróðskaparsetrinum, West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management. Tí hevur Setrið gjørt av at leingja freistina hjá føroyskum og norðurlendskum umsøkjarum til 1. juni 2017 á midnátt
West Nordic Studies, Governance and Sustaianble Management er ein masterútbúgving, har dentur verður lagdur á samfelagsligu og umhvørvisligu avbjóðingarnar í londunum í Útnorði við serligum atliti at t.d. árininum av veðurlagsbroytingum, at matoyðsli, at burðardyggari ferðavinnu, umframt at luttøkuni í sivilsamfelagnum.
Kravið til umsøkjarar er ein bachelorútbúgving í samfelagsvísindum – ella líknandi útbúgving við minst trimum ára viðkomandi arbeiðsroyndum.
- Vit taka skikkaðar umsøkjarar inn, til øll lestrarpláss eru farin - ella fram til 1. juni, sigur Lau Øfjord Blaxekjær, útbúgvingarleiðari, og heitir á áhugaðar umsøkjarar um at søkja sum skjótast.
Áhugað kunnu seta sg í samband við útbúgvingarleiðaran, um tey hava eitthvørt at spyrja um í sambandi við útbúgvingina. Tað gerst við skriva til laub[at]setur.fo ella ringja 29 25 99.
Les meira um, hvussu søkt verður inn á master í West Nordic Studies, Governance and Sustainable Management HER.
Grein um West Nordic Studies, Governance and Sustainability kann lesast her.
- 25.11.2024 Setrið Deildin fyri Heilsu- og SjúkrarøktarvísindiNýggj vitan um vøddamøðiNýggj føroysk, donsk og kanadisk granskingarverkætlan kem...
- 25.11.2024 Setrið FøroyamálsdeildinKyn, postkolonialisma, søga og bókmentirFráfaringarhald fyri Maluni Marnersdóttur, professara&nbs...
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...