06.06.2019
Námsvísindadeildin
Skriva út

Longd freist til ískoytisútbúgvingar

16. juni skulu umsóknarbløðini vera inni til ískoytisútbúgving til B.Ed. Við ískoytisútbúgvingini hava tey, sum hava prógv eftir gomlu lærara- og námsfrøðingaskipanini, umframt líknandi útbúgvingar, møguleika at taka masterútbúgvingar.

Ískoytisútbúgvingin gevur m.a. møguleika at taka masterskeið í leiðslu á dagstovna-, serstovna-, frítíðarskúla- og skúlaøkinum, sum verða boðin út á heysti í 2020.

Sí nærri kunning um tilmelding her

Sí nærri kunning um masterskeiðini innan pedagogiska leiðslu her