Luppur lagdur á tingnevndirnar
- Tað er ikki nóg mikið at vita, at eitt parlament hevur eftirlitsamboð tøk, tí tað er eisini ein spurningur um, hvørjir møguleikar verða brúktir og nær, sigur Hallbera F. West, adjunktur, sum arbeiðir við eini granskingarverkætlan um parlamentariskt eftirlit
Granskingarverkætlanin fór at spíra eftir, at Hallbera F. West hevði gjørt sína ph.d.-ritgerð, sum eitur "MP Firefighting: When do MPs hold government accountable?", har Føroya Løgting var kannað.
Við ritgerð síni vísti hon, at tingvirksemið, sum tingfólk sjálv taka stig til, er stýrt av partapolitiskum endamáli, og at eftirlitsvinningurin er ein eyka vinningur heldur enn høvuðsvinningurin. Tó bendi granskingin eisini á, at um eftirlitsarbeiðið er neyvt stýrt við mannagongdum og greiðum leiklutabýti, so tálmar tað partapolitiska máttin, sum annars er.
Hallbera F. West vildi tó eisini royna at fáa svar uppá, nær hendar atferðin í breiðari høpi ger seg galdandi, og hon setti sær fyri at søkja um granskingarstuðul til tess at svara spurninginum, hvussu vit kunnu skyna millum leiklutirnar sum parlamentarikarar og partapolitisk tingfólk.
Granskarin søkti um og fekk góðar 700.000 krónur í granskingarstuðli frá Carlsbergfondet til at seta luppin á týdningarmikla eftirlitið, sum parlament skulu hava við útinnandi valdinum.
Danski Carlsberggrunnurin letur árliga 420 milliónir krónur til gransking, og føroyskir granskarar hava eisini møguleika at søkja um stuðul haðani. Her er granskingarverkætlanin hjá Hallberu lýst á heimasíðuni hjá grunninum
Í sambandi við granskingarverkætlanina er Hallbera F. West fyri kortum afturkomin av kanningarferð í finska ríkisdegnum, Eduskunta, og á Christiansborg í Keypmannahavn.
- Í hesum umfari var eg í tveimum parlamentum, men verkætlanin skal fevna um fleiri. Júst hetta slagið av parlamentariskum eftirliti, sum eg havi áhuga fyri, er ikki granskað so nógv. Eg kanni ikki eftirlit av lógaruppskotum, men um og hvussu parlament í parlamentariskum skipanum hava eftirlit við, um landsstýrisfólk og stjórnir halda seg innan fyri karmarnar, sum tingið hevur allýst. Eg vil vita, hvussu ymisk tey norðurlendsku parlamentini eru, tá um tílíkt eftirlit ræður, tí annars eru tey sera lík, sigur hon.
Arbeiðið hevur, sum so mangt annað, verið darvað av koronu, men nú bar til at sleppa á gátt í Eduskuna og á Christiansborg.
- Endamálið við hesi vitjanini var at fáa innlit í amboð, mannagongdir og siðvenjur hjá tingunum báðum, tá talan er um parlamentariskt eftirlit. Í verkætlanini leggi eg serligan dent á arbeiðið hjá tingnevndunum, og eitt nú hevði eg sett mær fyri at fáa greiði á, hvørjar møguleikar "vanligu" tingnevndirnar hava, og hvørjar møguleikar ”serligu” tingnevndirnar hava. Eisini vildi eg vita, hvussu vitan úr frágreiðingum hjá stovnum so sum umboðsmanni og landsgrannskoðara verða nýtt, og um amboð sum kanningarnevndir, hoyringar og nevndarspurningar eru og verða brúkt. Tað er jú ikki nóg mikið at vita, um møguleikarnir eru til staðar, tí tað er eisini ein spurningur um, hvørjir møguleikar verða nýttir og nær, sigur Hallbera F. West.
Ríkisdagurin í finska høvuðsstaðnum, Helsinki, eitur Eduskunta. Bæði her og á Christiansborg í Keypmannahavn tóku starvsfólk við drúgvum royndum at fyrireika tingmál ímóti føroyska granskaranum og svaraðu spurningum
Finski tingsalurin innan. Arkitekturin, Johan Sigfrid Sirén, vann saman við starvsfeløgum arkitektakapping um parlamentsbygningin við uppskotinum "Oratoribus". Bygningurin varð vígdur í 1931
Hallbera F. West ætlar sær eisini at kava djúpri niður í viðgerðina av ítøkiligum tingmálum við tí endamáli at varpa ljós á atburðin hjá tingfólki í eftirlitsmálum, nær hann í størri mun er stýrdur av partapolitiskari kapping, og hvat skal til fyri at styrkja um tað parlamentariska eftirlitið, sum er stýrt av leiklutinum sum tingfólk.
- Hetta skal tó ikki skiljast sum, at endamálið er at strika partapolitiskt eftirlit, stjórnað av politiskum flokkum í parlamentum, men at tað er ein spurningur um at finna eina javnvág og tryggja institutionelt ella stovnsligt viðlíkahald. Endamálið er at svara spurningum um, hvussu vit kunnu fáa eftirlitsvirksemið í tinginum út undan partapolitiska skugganum, sigur granskarin, sum fyrr í summar var við á tveimum ráðstevnum um hesa verkætlanina.
- Har fekk eg sera góðar viðmerkingar og uppskot til, hvussu eg kann bøta um og menna mítt granskingararbeiði. Í juli mánaði var eg á ráðstevnu hjá ECPR Standing Group on Parliaments (ECPR stendur fyri European Consortium for Political Research), og í august var tað so NoPSA Congress (NoPSA stendur fyri Nordic Political Science Association). Næsta stig á leiðini er at endurskoða mítt uppskot til vísindaliga grein, at fáa ferð á annan part í verkætlanini og at senda kunning til mítt altjóða panel, sum er mannað við serfrøðingum á økinum, og sum eisini umboða tey ymisku londini, sum eg kanni í verkætlanini, sigur Hallbera F. West.
Christiansborg í Keypmannahavn hevur eina drúgva og dramatiska søgu. Hetta er fimti bygningurin, sum stendur her
- 22.11.2024 Setrið Søgu- og samfelagsdeildinNýggj frágreiðing um Føroyar og RusslandFríggjadagin 29. november leggur Fróðskaparsetur Føroya n...
- 19.11.2024 Setrið NámsvísindadeildinBókaútgáva: Kommunur í eini broytingartíðSámal Matras Kristiansen, samfelagsfrøðingur og námslekta...
- 14.11.2024 SetriðLandsstýrismaðurin skoðar umvælingina á FrælsinumMánadagin 11. november 2024 var Djóni Nolsøe Joensen, lan...